U21 landsliðið hjá kvinnum og U22 landsliðið hjá monnum fara í døgunum 19. til 21. mai til CEV EuroVolley undankappingar. Hetta verður fyrsta ferðin, at føroysk landslið í flogbólti fara at luttaka í CEV EuroVolley undankappingum, og tí er hetta nakað serligt fyri føroyskan flogbólt.
Ætlandi skuldu menninir til Bulgaria at dystast ímóti Bulgaria, Fraklandi og Ungarn, men hetta er nú broytt. Orsakað av krígnum í Ukraina eru Russland og Hvítarussland útihýst frá kappingum hjá CEV, og tí eru bólkarnir settir saman av nýggjum.
Ungu menninir fara nú til Lettlands, og har fáa teir sera harða mótstøðu, tí mótstøðuliðini verða Lettland og Serbia.
Ongin broyting er fyri føroysku U21-kvinnurnar. Tær fara til Eysturríkis at dystast ímóti Eysturríki, Bulgaria og Ísrael.
Øll mótstøðuliðini eru sera sterk. Serliga Serbia og Bulgaria kunnu tó takast fram sum tvær av fremstu tjóðum í evropeiskum flogbólti fyri bæði kvinnur og menn.
Venjaratoymini við Lars Engell og Kristian Mikkelsen fyri kvinnurnar og Jens Bang og Suna Hansen fyri menninar, arbeiða í løtuni við hópunum, sum verða úttiknir í næstum.
Í august verða tað so føroysku A-landsliðini við kvinnum og monnum, sum skulu í eldin.
Tíðindaskriv frá Flogbóltssambandi Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald