2019-01-04 21:52
Aftur í summar verður Summar Cup í Gundadali. Nýggjársdag byrjaði tilmeldingin til ársins kapping, og longu nú hava fleiri føroysk lið tilmelda seg til kappgina, ið B36 hevur fyriskipa síðani 2014.
Í fjør hevði kappingin fyri fyrstu ferð luttøku av útlendskum liðum, tá lið úr Noreg og Danmark luttóku. Nú er greitt, at aftur í 2019 verður útlendsk luttaka, tí danska felagið B1903 hevur tilmelda tvey U13 lið til kappingina. B1903 er eitt av tveimum móðurfeløgum hjá danska stórfelagnum FC Keypmannahavn, og tað er tí ikki hissini gestir at fáa á vitjan til kappingina.
Fyrireikararnir siga, at tað verður fegnast um, at kappingin eisini hevur skapt áhuga uttanfyri landoddarnar. Lagt verður afturat, at onnur ungdómslið eisini hava víst áhuga fyri luttaka, bæði úr Norðanlondum, men eisini frá meira fjarskotnum londum.
Intersport Summar Cup 2019 verður á skránni 6. og 7. juli 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald