Í kvøld verða tvær tær fyrstu ungdómssteypafinalunar leikar á Tórsvølli. Talan er um tveir teir elstu aldursbólkarnar hjá dreingjum, og Televarpið vísur dystirnar ókeypis:
- Fríggjadagin senda vit tvær steypafinalur í fótbólti beinleiðis á Rás1. Talan er um Blaðberasteypið við U17-dreingjum og Thomas Dam Intersport-steypið við U21-dreingjum.
Les eisini: Fyrstu steypafinalurnar verða friggjadagin
Í 2019 vann Víkingur Blaðberasteypið - í fjør var tað KÍ. Í báðum førum var tað HB, ið mátti lúta. KÍ og Víkingur eru umboðaði í U17-finaluni í ár. Hjá KÍ eru fleiri leikarar í eldra árganginum (f. 2004) ið hava møguleika at vinna eina steypafinalu fjórða árið á rað.
Í fjør tapti B36 U21-finaluna móti AB. Í ár basti B36 júst AB í hálvfinaluni. NSÍ vann stórt á KÍ í hinari hálvfinaluni, har millum annað Jakob Trenskow var á liðnum. NSÍ var í fleiri ár á rað í steypafinaluni fyri elsta aldursbólkin hjá dreingjum - hetta er tó fyrstu ferð síðani 2017, at NSÍ er við.
U17
17:30
KÍ - Víkingur
U21
20:15
B36 - NSÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald