Fríggjadagin 31. mai og týsdagin 4. juni skal kvinnulandsliðið á vøllin aftur. Spælt verður ímóti Andorra og Grikkalandi Tórsvølli. Báðar dagarnar er avspark klokkan 16:45.
Føroyar byrjaðu undankappingini við teprum tapi á útivølli móti Grikkalandi, sum er hægst styrkismetta liðið í hesum EM-undankappingarbólkinum. Andorra er liðið, sum Føroyar íhvussu er skulu fáa stig ímóti
Fótbóltsssamband Føroya hevur nú kunngjørt, hvørjar tær 20 eru, ið Signe Pries Andersen hevur boðsent til komandi landsliðsuppgávur á heimavølli.
Hópurin
Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Rebekka F. Benbakoura, GPO (Grikkaland)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Sunniva Willemoes, HB Tórshavn
Fridrikka Clementsen, HB Tórshavn
Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn H. Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Julia Naomi Mortensen, NSÍ Runavík
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Lea Lisberg, Víkingur
Eyðgerð Mikkelsen, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Fleiri føroysk feløg eru vælumboðað. Vert er milum annað at leggja merki til, at Óluva Allansdóttir Joensen framvegis ikki er tøk. KÍ-málverjin er vanliga fyrsta val á landsliðnum - Valborg Østerø og Eyðgerð Mikkelsen spældu hvør sín dyst í apríl.
Ovasta navnið á listanum hevur ikki verið áður á sæð á A-landsliðnum. Petra Hoydal er uppvaksin í Danmark og hevur verið kring okkurt av donsku ungdómslandsliðunum. Í fjør og fyrr í ár hevur hon tó spælt fimm U19-landsdystir fyri Føroyar.
Petra er eisini skrásett fyri 17 dystir fyri AaB í Gjensidige Kvindeligaen. 19-ára gamla føroyski spælarin hevur skorað tvey mál í fremstu donsku deildini. Petra Hoydal er komin ígjøgnum ungdómsdeildina hjá stórfelagnum í Norðurjútlandi, og var hon eisini við at fáa AaB upp í bestu deildina. Talan er um ein spælara, ið AaB sær stórt í.
Petra Hoydal eftir at hon í fjør skrivaði undir nýggjan sáttmála við AaB (Mynd: AaB Kvindefodbold)
Í undankappingini til EM 2025 eru Føroyar í bólki C3, saman við Montenegro, Grikkalandi og Andorra. Eftir tey bæði umførini mars eru Montenegro og Grikkaland fremst í bólkinum við 6 stigum í part, meðan Føroyar og Andorra hava fyrstu stigini til góðar.
Keldur: fsf.fo, faroesoccer.com, DBU og aabkvindefodbold.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald