2024-01-04 14:54
07 Vestur hevur mist meginpartin av spælarunum, ið spældu fast í fjør, og tískil skal helst nógvur styrkur til í vetur.
Nú er fyrsti nýggi spælarin kunngjørdur til hópin. Talan er um 19 ára gamla Magnus Isager, sum kemur úr AC Horsens. Hann verður lýstur sum ein ungur og evnaríkur miðvallari, sum hevur royndir úr uppaftur størri donskum felagi eisini:
- Tá ið Magnus var 17 ára gamal, flutti hann frá AGF til AC Horsens. Tá hevði hann longu verið rundan um superligahópin hjá AGF og spælt venjingardystir við fyrstaliðnum. Í juni 2022 bleiv Magnus partur av akademinum hjá AC Horsens. Hann bleiv skjótt ein profilur á U19 liðnum og bleiv partur av sokallaða “transitiónshópinum” hjá akademinum. Hetta eru akademispælarar, sum hvørja viku venja saman við superligahópinum. Hann var eisini við á bonkinum til nakrar dystir í superliguni.
Soleiðis skrivar 07 Vestur um nýggja spælaran á sínari síðu. Hann hevur ikki nógvar royndir í vaksnamannfótbólti, men sambært Transfermarket spældi Magnus tveir steypadystir fyri Horsens, umframt nakrar dystir á ungdómsliðnum.
U19 venjarin hjá AC Horsens, Claus Troelsen, sigur um Magnus, at hann er ein spælari við góðum motori og hugburði. Hann arbeiðir gróthart á miðjuni, har hann hevur arbeitt nógv við at menna evnini at flyta bóltin skjótt við fáum røringum. Hann hevur eisini nakrar einastandandi menniskjasligar eginleikar, har hann tekur ábyrgd, bæði fyri sær sjálvum og liðfeløgum.
Magnus lýsir seg sjálvan sum ein rennisterkan og ágrýtnan spælara á sentrala miðvøllinum, sum luttekur bæði í verju- og álopsspæli.
- Magnus gleðir seg at byrja tilveruna í Vágum. Hansara ambitión er at vera við til at lyfta 07 Vestur longri upp á stigatalvuna komandi árini.
Kelda: 07 Vestur
Kelda: 07 Vestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald