2024-02-26 21:32
- EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Skálavíkingin Suna Hermann Petersen. Hann kemur til okkara úr barndómsfelagnum B71.
Soleiðis skrivar EB/Streymur á heimasíðu sínari í kvøld.
Suni er 18 ára gamal og er ein sera spennandi leikari og kann røkja offensivu plássini á vøllinum. Eisini hevur hann spælt bakkur onkrar dystir. Hann er skrásettur fyri 54 dystir fyri barndómsfelagið B71 síðani 2021.
Suni er beiggi landsliðsspælarin Pætur Petersen, sum eisini hevur spælt fyri EB/Streym 2017 og 2018.
Suni hevur leikt á føroyska U15, U17 og U19 landsliðnum. Avtalan millum hann og EB/Streym galdandi fyri 2024 og 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald