Annað

Uni Árting meistari í einmansleiki í darti

Uni Árting bleiv fyrsti meistarin í einmansleiki hjá monnum á Føroyaleikunum.

2021-07-11 12:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Menninir løgdu til brots í einmansleiki leygardagin klokkan 11 við innleiðandi bólkaspæli, og klokkan 14 vóru so cup-dystir á skránni.

Í 1/8-finalunum vóru greiðir sigrar í flest øllum dystum, og í 1/4-finalunum var sama mynstur – greiðir sigrar til favorittarnar. Tó gjørdist dysturin millum Stefan Petersen og Hans Vang sera spennandi og hóast Stefan førdi 3-1, so megnaði Hans at svara aftur og vinna 4-3.

Hans møtti Una Árting í hálvfinaluni, men tá hevði Hans brúkt allar kreftirnar í 1/4-finaluni, og Uni vann ein greiðan sigur 5-1.

Í hinari hálvfinaluni hittust Jan McIntosh og Hans Eivind Olsen. Báðir spældu væl, men Jan var meiri avgjørdur í teimum tøttu settunum og vann eisini dystin 5-2.

Finalan var sostatt millum Jan McIntosh og Una Árting. Teir báðir hava hitst í mongum finalum – sum oftast við Jan sum vinnara.

Teir fylgdust til 3-3. Í sjeynda setti kiksaði Uni reyða bullin til at lukka 170 við 12 pílum. Uni vann tó settið og fann eisini eitt eyka gear, tí við stórspæli (13 og 15 pílum) legði hann seg á odda 5-3. Jan kom tó afturíaftur til 4-5.

Í 10. settinum var greitt, at báðir fingu nervar. Teir byrjaðu illa og báðir høvdu møguleikan at lukka, áðrenn Uni setti pílin í double-8 og tryggjaði sær gullið.

Úrslitini gjørdust hesi:

1. Uni Ártin
2. Jan McIntosh
3. Hans Vang
3. Hans Eivind Olsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder