placeholder
Fótbóltur

United dumpaði so dyggiliga á Old Trafford

Ósketni og enn eitt brent brotsspark vóru við til, at liðið hjá Solskjær einki stig fekk í dag, og at Crystal Palace ístaðin fekk ein frálíkan og søguligam sigur í Manchester.

Wan Bissaka var við í tapinum ímóti sínum gamla felagi: Tí fyrsta hjá Manchester United móti Crystal Palace á Old Trafford í 30 ár ( Mynd: EPA)

Wan Bissaka var við í tapinum ímóti sínum gamla felagi: Tí fyrsta hjá Manchester United móti Crystal Palace á Old Trafford í 30 ár ( Mynd: EPA)

2019-08-24 17:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks dystir í 3. umfari í Premier League eru leiktir - fýra av teimum byrjaðu klokkan 15.00.

Manchester United skuldi aftur á sigurskós eftir 1-1 javnleik móti Wolves mánakvøldi, har Paul Pogba tók nógv umtalað brotsspark ístaðin fyri Marcus Rashford og brendi. Solskjær hevði sett sama lið til í dag, har United tók ímóti Crystal Palace. Hóast stóra leikliga yvirvág til heimaliðið í 1. hálvleiki, so var tað útiliðið, ið skoraði beint eftir at hálvur tími var leiktur. Victor Lindelöf tapti luftnærdyst, Maguire var ov langt burtur, og so gjørdist Jordan Ayew púra leysur við David De Gea.

[object Object]
(Pogba megnaði iki at skora úr ellivu metrum mánakvøldið Mynd: EPA)

Yvirvágin hjá United helt fram í 2. hálvleiki, har liðið søkti eftir útjavnandi málinum. Tað gingu heili 43 minuttir, til Daniel James smekkaði bóltin upp í málhornið. Frammanundan hevði United trupult við at skapa møguleikar, og ónøgdin á Old Trafford var stór, tá fyrst Martial og síðani Rashford fóru um koll í brotsteignum, men eftir skjóta VAR-kanning varð einki dómt. United fekk tó brotsspark, tá Scott McToniay varð feldur. Pogba helt seg langt burtur, men Rashford brendi. Trý brotsspørk í trimum dystum til United í ár: Eitt skorað og tvey misnýtt.

[object Object]
(Rashford rakti stongina úr ellivu metrum, og tað var Crystal Palace, ið kundi fegnast á Old Traffird í dag- Mynd: EPA)
 
Eftir 1-1 málið royndi United at fáa avgerandi málið, men tað kostaði ístaðin hinvegin. Pogba misti bóltin, Zaha fór til stroks, og inni í brotsteiginum endaði bólturin hjá Patrick Van Aanholt, og De Gea megnaði ikki at forða fyri harða skotinum hjá vinstra bakkinum, ið tó kom rímiliga mitt á hann. Harvið hava bæði Palace og United bæði fýra stig nú, men í London er nógv størri nøgdsemi við hetta eftir fyrsta sigurin hjá felagnum á Old Trafford síðani 1989 - harvið tí fyrsta í Premier League-tíðini. United kundi leggja seg fyribils á odda við sigri, men ístaðin byrjar tað at líkjast enn einum tungum kappingarári, har tað verður trupult at koma í topp-fýra. 

Southampton var í yvirtali í ein tíma og vann slagið í Suðuronglandi. Leicester fekk sin fyrsta sigur og hevur fingið eina heilt góðkenda byrjan. Tað hevur Watford avgjørt ikki - liðið er botnproppur, og í dag syrgdi dýrt keypti áleyparin hjá West Ham, Sebastian Haller, fyri, at Watford framvegis hevur null stig. 

Í gjárkvøldið fekk Aston Villa síni fyrstu stig í ár, og fyrr í dag fekk Chelsea sín fyrsta sigurí ár. Stórdysturin á Anfield er farin í gongd. 


Leygardagin 24/8: 

Manchester United - Crystal Palace 1-2 (0-1)
Jordan Ayew 0-1
Daniel James 1-1
Patrick Van Aanholt 1-2

Southampton - Brighton 2-0 (0-0)
Moussa Djenpo 1-0
Nathan Redmond 2-0

Sheffield United - Leicester 1-2 (0-1)
Jamie Vardy 0-1
Oliver McBurnie 1-1
Harvey Barnes 1-2

Watford - West Ham 1-3 (1-1)
Mark Noble (br.) 0-1
Andre Gray 1-1
Sebastian Haller 1-2
Sebastian Haller 1-3

Norwich - Chelsea 2-3 (2-2)
Tammy Abraham 0-1
Todd Cantwell 1-1
Mason Mount 1-2
Teemu Pukki 2-2
Tammy Abraham 2-3

Fríggjakvøldið 23/8:
Aston Villa - Everton 2-0 (1-0) 
Wesley 1-0
Anwar El Gazhi 2-0


17.30: 
Liverpool - Arsenal (TV3 +/Viaplay)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder