Fótbóltur

United endaði óvæntað við steypunum

Ungir menn úr egnari ungdómsdeild skoraðu málini, tá Manchester United var omaná fyri steðgin á Wembley. Eydnaðist at koppa grannunum í tí sum møguliga var seinasti dystur hjá ten Hag.

Erik ten Hag og hansara menn kunnu um ikki annað fegnast um FA Cup-steypið. Við sigrinum seinnapartin varð eisini syrgt fyri, at City ikki fekk

Erik ten Hag og hansara menn kunnu um ikki annað fegnast um FA Cup-steypið. Við sigrinum seinnapartin varð eisini syrgt fyri, at City ikki fekk "The Double" aftur (Mynd: EPA)

2024-05-25 18:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey hittust eisini í FA Cup-finaluni í fjør. Tá vann Manchester City uppiborið og endaði eisini við The Treble. Hetta kappingarárið hevur Manchester United víst lítið, sum bendir á, at man kann vinna ein steyp - og so slett ikki eina finalu móti mæta Manchester City, ið júst er vorðin enskur meistari fjórða árið á rað.

Undan dagsins finalu varð sjóneykan eisini sett á støðuna hjá Manchester United-vernjaranum. The Guardian og nógvir aðrir miðlar skrivaðu í gjár, at Erik ten Haag verður søga í Manchester United eftir FA Cup-finaluna, um so tað endaði við sigri ella ósigri.

Skaðadarvaðu miðverjarnir Varane og Martinez vóru aftur, Casemiro var ikki við, men nógvir raskir menn runnu á miðvøllinum og gjørdu tað trongt og trupult hjá City. Teir í ljósabláum fingu sjálvdan sítt spæl at koyra. United hevði hivegin fitt av plássi og hótti væl fyrstu løtuna.

Eftir hálvan tíma bragdaði tað eftir stórt City-mistak. United vann bóltin, long sending uppum høgu verjuketuna, Ortega kom illa út úr málinum, Gvardiol fekk høvdið á bóltin, men sendi hann uppum Ortega ístaðin fyri at rudda, og so kundi Alejandro Garnacho ótarnaður seta bóltin í eitt tómt mál. Hann hevði jagstrað í støðuni.

[object Object]Garnacho við søguliga steypinum - undir liðuni á liðformanninum Bruno Fernandes (Mynd: EPA) 

Níggju minuttir seinni skoraði ein annar, ið kemur úr ungdómsdeildini hjá Manchester United. Kobbie Mainoo var har væl longri enn 19-ára gamli argentinin, og 19-ára gamli enski miðvallarin hevur verið eitt ljóspunkt hjá United í ár. Nú hevði Mainoo seinasta fótin á vælspælt álop, sum hann sjálvur Rashford, Garnacho og Fernandes allir áttu sín fót í. Snilt, men ivasamt verjuspæl hjá City.

2-0 til United í steðginum var ein skelkur fyri tey flestu. Fýrafaldu meistararnir vístu meira í 2. hálvleiki, har serliga innskifti Jeremy Doku var vandamikil. Belgiski vongurin minkaði eisini um munin í 87. minutti, men hóast sjey minuttir vóru lagdir afturat, var tað ov lítið fyri menninir hjá Pep Guardiola, og einki "The Double" hesaferð. Tað eydnaðist ikki nóg væl at loysa skipanina hjá United, og profilar sum Haaland, De Bruyne, Foden, Rodri og Walker spældu væl undir sítt toppstig.

[object Object]
Erling Haaland rakti yvirleggjaran í 2. hálvleiki, men hann og liðfelagarnir fingu ov lítið burturúr í dag (Mynd: EPA)

Tá er torført at vinna eina finalu ímóti einum væluppløgdum liði. United vísti ikki nógv uttan gott verjuspæl og hart arbeiði seinasta hálva tíman men gjørdi samanlagt nóg mikið at tryggja 13. FA Cup-heitið í søguni. Arsenal er eitt frammanfyri á tindinum á samanlagda listanum.

Seinast United vann heimsins elstu steypakapping var í 2016. Tá fekk Louis Van Gaal sekkin sama dag - um ten Hag er á veg út, so endaði hann í øllum førum við einum braki.

[object Object]
Martinez og ten Hag, ið komu úr Ajax, fegnast beint eftir seinasta bríksl á Wembley. Spurningurin er, um hatta var tað hjá venjaranum úr Hollandi í enska stórfelagnum (Mynd: EPA)

FA Cup finalan 2024
Wembley, 25.05
Manchester United - Manchester City 2-1 (2-0)
30' Alejandro Garnacho 1-0
39' Kobbie Mainoo 2-0
87' Jeremy Doku 2-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder