Ein dystur hevur verið í Premier League í dag.
Talan var um dyst ímillum Sheffield United og Manchester United.
Heimaliðið var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og var uppiborið á odda 1-0, við máli frá John Fleck. Tað byrjaði eisini væl í seinna hálvleiki hjá Sheffield, har teir løgdu seg á odda 2-0 longu sjey minuttir inní seinna hálvleik, við máli frá Lys Mousse.
Men sum seinni hálvleikur leið, so tók United meir og meir yvir, og tað endaði eisini við, at unga Manchester United liðið gjørdi eitt flott “comeback”. Fyrst minkaði nítjan ára gamli Brandon Williams um munin, tá 72 minuttir vóru spældir, og bert fimm minuttir seinni var tað átjan ára gamli Mason Greenwood, ið javnaði til 2-2. og tað skuldi bara ganga tveir minuttir, áðrenn Marcus Rashford skoraði til 2-3.
Men Sheffield United megnaði eisini at koma afturíaftur. Tað var Oliver McBurnie, ið javnaði til 3-3 í yvirtíðini, ið eisini gjørdist endaliga úrsliti.
Eftir trettan umfør liggja uppflytararnir úr Sheffield á einum flottum sætta plássi við 18 stigum. Hjá Manchester United hevur kappingarárið verið eitt vónbrot higartil. Teir liggja á níggjunda plássið við 17 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald