Tríggir dystir vóru leiktir í Premier League seinnapartin. Bæði Manchester-liðini vóru í eldinum, og tað gjørdist talan um heilt ymisk úrslit. Ein annar dystur var leiktur; Watford var á vitjan hjá Burnley.
Kl.13.30 byrjaðu tveir dystir. Huddersfield var á vitjan hjá meistaraliðnum, har liðið veruliga fekk oyruni í maskinuna. Manchester City fekk trý mál uppá tíggju minuttir í 1.hálvleiki, og so var so gott sum liðugt. Sergio Aguero fekk hattrick, og City sá ikki út til at sakna skadda Kevin De Bruyne.
Grannarnir, United, sóu út til at sakna nógv, tá Brighton seint seinnapartin setti stórfelagið uppá pláss. Heimaliðið skoraði heili tríggar ferðir í 1.hálvleiki, meðan Romelu Lukaku skoraði fyri gesstirnar. 3-1 í hálvleikinum og so skuldi United jagstra. Tað hekk tó ikki saman hjá Mourinho og hansara monnum. Brotssparksmálið hjá Paul Pogba djúpt í yvirtíðini var bara til pynt.
Watford er komið sera væl frá byrjan, og fyrr í dag tók liðið trý stig við sær úr Burnley, ið spældi 120 minuttir í Europa League hóskvøldið. Watford hevur fult sitgatal eftir tveir dystir; saman við City, Chelsea, Tottenham og Bournemouth
Úrslitini í dag:
Burnley – Watford 3-1(1-1)
Manchester City – Huddersfield 6-1(3-1)
Brighton – Manchester United 3-2(3-2)
Liverpool og Crystal Palace spæla í annakvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald