2026-01-05 11:35
Manchester United hevur blakað venjaran Ruben Amorim til hús.
- Við Manchester United á sjeynda plássi í Premier League hevur leiðslan við ringum tannabiti avgjørt, at hetta er rætta løtan at gera eina broyting, sigur Manchester United í tíðindaskrivi.
Hann sat harvið við róðrinum í bretska stórfelagnum í 14 mánaðir, og førdi United til Europa League-finaluna í maimánaða, sum felagið tapti móti Tottenham.
Darren Fletcher tekur fyribils yvir sum høvuðsvenjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald