Fótbóltur

United nærkast fyrsta keypinum

Walisin Daniel James sigst at vera samdur við Manchester United, og harvið gerst 21-ára gamli leikarin fyrsti nýggi maðurin undir Solskjær.

Daniel James verður helst United-leikari um stutta tíð (Mynd: EPA)

Daniel James verður helst United-leikari um stutta tíð (Mynd: EPA)

2019-05-21 19:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er lagt upp til broytingar í hópinum hjá Manchester United í summar eftir enn eitt kappingarár, ið varð eitt vónbrot. Summir leikarar eru á veg út, og ógvuliga nógvir leikarar eru settir í samband við stórfelagið, ið fer ígjøgnum eina trupla tíð í løtuni.

Seinastu vikurnar hevur serliga eitt navn verið uppi í samband við United: Daniel James. Talan er ikki um eitt stórt navn í altjóða fótbólti men ein spennandi ungan leikara úr Swansea. 21-ára gamli walisin hevur júst spælt sítt fyrsta kappingarár á besta liðnum, har hann hevur gjørt vart við seg við sínari ferð og sínum avbjóðandi stíli. James fekk eisini eina dreymadebut á A-landsliðnum hjá Wales, tá kantspælarin gjørdist matchvinnari í EM-undankappingardystinum móti Slovakia í Cardiff.

James er partur av hópinum hjá Ryan Giggs, ið hevði eina glæsiliga tíð í Manchester United. Nú kunnu United-viðhaldsfólk vóna, at James vísur ein part av evnunum, ið Giggs vísti í reyðu troyggjuni. Daniel James hevur líknandi høga ferð og kvikleika sum United-legendan, og Sky Sports skrivar i dag, at hann er vorðin samdur við Manchester United um persónligu treytirnar. United og Swansea eru ikki heilt komin ásamt um ein keypsprís, men hann kemur helst at liggja umleið 15 milliónir pund. 

Daniel James hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við Swansea, og var í januar sera nær við at skifta til Leeds. Nú sær tað út sum, at hann fer at skifta eitt stig hægri.    

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder