Fótbóltur

United vann, men City kom í finaluna

Aston Villa og Manchester City spæla finaluna í Carabao Cup 1. mars.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-30 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verða Manchester City og Aston Villa, sum skulu spæla finaluna í minnu ensku steypakappingini, EFL-Cup, í løtuni kallað Carabao Cup. Tað var avgjørt í gjárkvøldið, tá tey bæði stórfeløgini í Manchester, City og United, spældu aðru hálvfinaluna.

Dysturin var spældur á vøllinum hjá City, og óvæntað var tað Manchester United, sum vann. Dysturin endaði 1-0 við máli. sum Nemanja Matic skoraði í fyrra hálvleiki.

Men við tað at City vann trygt 3-1 á Old Trafford í fyrru hálvfinaluni 7. januar, verða tað teir ljósabláu, sum koma víðari til finaluna á Wembley í London 1. mars.

Fyrrakvøldið var tað greitt, at mótstøðuliðið í finaluni verður Aston Villa. Villa vann á heimavølli 2-1 á Leicester, og við tað at fyrra hálvfinalan endaði javnt 1-1, spældi Villa seg í finaluna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder