Fótbóltur

United vendi øllum á høvdið í grannauppgerðini

City var á odda og tyktiskt at hava tamarhald á støðuni, men eitt umstrítt mál frá Bruno Fernandes og síðani eitt Rashford-mál broyti hetta uppá stutta tíð. Talan var um stórt afturstig í meistarastríðnum hjá City.

2-1 málið hjá Marcus Rashford fekk av álvara Old Trafford at kóka. Glóðheiti áleyparin var eisini á sín hátt við í løgna 1-1 málinum - United er nú eitt stig aftanfyri City (Mynd: EPA)

2-1 málið hjá Marcus Rashford fekk av álvara Old Trafford at kóka. Glóðheiti áleyparin var eisini á sín hátt við í løgna 1-1 málinum - United er nú eitt stig aftanfyri City (Mynd: EPA)

2023-01-14 15:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Manchester er aftur reytt. Hetta skriva og fegnast United-fjepparar um seinnapartin. Manchester City hevði vunnið tríggjar innanhýsis dystir á rað frammanundan, og var  - hóast góðu gongdina hjá United í seinastuni - favorittur at sigra á Old Trafford í dag og harvið nærkast Arsenal.

Fyrri hálvleikur var varin. Týðiligt var, at heimaliðið royndi at standa kompakt og síðani at dúga uppá skjót mótálop, meðan City, ið hevði bóltin meira, royndi at finna røttu økini at leypa á í. Tað eydnaðist ikki so væl, og teir í ljósabláum høvdu einki skot uppá mál fyri steðgin. Manchester United kom til tveir góðar møguleikar. Í báðum førum var tað kviki og formsterki Marcus Rashford, ið var sendur avstað, men hann var ikki nóg hvassur.

Liðið hjá Pep Guardiola hevði heldur einki skot á mál í tapinum fyri Sputhampton í Carabao Cup í vikuskiftinum. Tá liðið fyri fyrstu ferð rakti málið í dag, eydnaðist tað eisini at skora. Tað var innskifti og lívligi Jack Grealish, ið setti høvdið á eitt innlegg frá Kevin de Bruyne.

Hetta var eftir vælleikt City-álop, tá ein tími var spældur, og útliðið hevði eisini fult og heilt sitið á fyrsta korterinum av seinna hálvleikinum. Spælið fleyt væl, og nakrir spælarar funnu nú betri pláss á vøllinum. Teir í reyðum runnu aftaná, og høvdu leingi trupulleikar við at seta nakað skynsamt í gongd í álopskenda spælinum.

[object Object]
Tað vóru meistararnir, sum veruliga kundu fegnast eftir ein tíma í da, tá innskifti Jack Grealish setti pannuna á innlegg frá De Bruyne (Mynd: EPA)

Umstrítt mál setti United í gongd og broyttu oddastríðið

Reglurnar viðvíkjandi rangstøðu kunnu tykjast torskildar, og eru tær á nøkrum punktum upp til tulkingar. Tískil hevur longu nógv kjak verið um 1-1 málið, sum Manchester United skoraði. Casemiro sendi Marcus Rashford, ið týðliga var í rangstøðu, avstað. Onglendingurin byrjaði at renna eftir bóltinum, sum var frammanfyri hann, men nart ongantíð við hann og steðgaði nakað áðrenn brotsteigin, tá boð komu aftanfrá frá Bruno Fernandes, sum skeyt leysa bóltin framvið Ederson av brotsteigarmarkinum.

Liðformaðurin hjá United var ikki í rangstøðu, og hóast paragraffirnar tykjast at vísa á, at avgerðin um at lata United fáa málið í sær sjálvum var røtt, kann tað millum annað førast fram, at Rashford fór eftir bóltinum, og tí var við at órógva spælið.

[object Object]Støðan hjá rangstaddi Rashford verður sendur avstað

[object Object]
Fernandes og liðfelagirnir kundu fegnast (Mynd: EPA)

Eftir málið var City, sum var uttan miðverjarnar Stones, Dias og Laporte, sum sligið á nev. United fekk nýtt lív og hótti, og í 83. minutti var farið í mótálop. Innskifti Garnacho fekk bóltin í vinstru, fyrsta innleggið eydnaðist ikki, men síðani sneiddi hann framvið Aké, og ungi argentinin legði bóltin flatt innfyri málið, har bert Rashford var til reiðar. Lokali áleyparin kastaði seg fram, og fekk Old Trafford at kóka av álvara.

Hetta var áttandi heimadystur á rað, at Marcus Rashford skoraði, og 25-ára gamli hvirluvindurin hevur skotið mál í øllum sjey dystunum síðani HM-endaspælið. Hetta var nóg mikið til at tryggja Manchester United trý stig. Heimaliðið stóð móti trýstinum, sum kom, og nú er bert eitt stig, ið skilur liðini.

Fyri Manchester City var hetta ein stórur smeitur. Liðið jagstrar sítt triðja meistaraheiti á rað, men í løtuni eru fimm stig upp til Arsenal, ið kann økja í Norðurlondon-uppgerðini Tottenham í morgin. Ein argur Guardiola segði eftir dystin, at hann "einki leggur í meistaraheitið", ið hann ikki longur City metir hava møguleika at vinna. United og Arsneal spæla næsta vikuskifti.



Premier League 20. umfar
Leygardagin 14. januar 2023

Manchester United - Manchester City 2-1 (0-0)
60' Jack Grealish 0-1
77' Bruno Fernandes 1-1
83' Marcus Rashford

Dystirnir, ið byrjaðu klokkan 15: 

Brighton - Liverpool (0-0)
Everton - Southampton (1-0)
Nottingham Forest - Leicester (0-0)
Wolves - West Ham (0-0)

Fríggjadagin 13. januar

Aston Villa - Leeds 2-1

Sí støðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder