Fótbóltur

United vitjar á Anfield í kvøld

Tað verður tó uttan Cristiano Ronaldo - hann og unnustan hava mist annan tvíburðan. Liverpool er stórfavorittur og kann leggja seg á odda í Premier League við sigri á arvafíggindanum.

Liverpool vann heili 5-0, tá liðini seinast hittust. United manglar fleiri leikarar í kvøld - har ímillum Luke Shaw (nr. 23)

Liverpool vann heili 5-0, tá liðini seinast hittust. United manglar fleiri leikarar í kvøld - har ímillum Luke Shaw (nr. 23)

2022-04-19 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í Premier League er á skránni í kvøld, og talan er um arvafíggindauppgerðina millum Liverpool og Manchester United.

Mest vinnandi feløgini í Onglandi eru á heilt ymsum støðum í løtuni. Liverpool hevur júst spælt seg í FA Cup-finaluna, er favorittur at koma í Champions League-finaluna, hevur longu vunnið Carabao Cup og kappast við Manchester City um meistaraheiti. 

Manchester United  er úti av øllum steypakappingunum og fær ilt við at spæla seg í Champions League til komandi kappingarár. Fyri at enda í topp-fýra skal United helst hava stig - og helst vinna -  í kvøld. Hetta verður ómetaliga trupult. Seinast liðini hittust - í oktober í fjør - endaði tað við 5-0 sigri hjá Liverpool á Old Trafford. Tá var Cristiano Ronaldo á vøllinum fyri Manchester United, men tað verður 37-ára gamli 7'arin, ið gjørdi hattrikk og avgjørdi dystin móti Norwich í vikuskiftinum, ikki.

Orsøkin er persónlig og syrgilig. Unnusta hansara Georgina Rodriguez hevur verið við barn, og tey skuldu fara heim við tvíburðum, men í gjárkvøldið boðaði Ronaldo á sosialu miðlunum frá, at sonurin var deyður. Tvíburði hansara, ein genta, yvirlivdi, men Ronaldo og familjan eru í sorg, og Manchester United boðaði í dag frá, at portugisin ikki spælur í kvøld, og at familjan hevur tørv fyri friði og tíð.

[object Object]
Ronaldo - her sum Juventus-leikari á Old Trafford - er ikki tøkur í kvøld av persónligum ávum (Mynd: EPA)

Sambært bretskum miðlum fara Liverpool-áskoðarnir at vísa sín stuðul til Cristiano Ronaldo og familju hansara í sjeynda minutti við lógvabrestum.

Á vøllinum kann væntast, at Liverpool verður leikliga við yvirlutan, og at liðið hjá Klopp fer at trýsta United, sum eisini er skaðadarvað. Hetta kann tó gerast ein snávingarsteinur hjá tí annars sterka liðnum, sum leygardagin vann á Manchester City í FA Cup-hálvfinaluni. City er eitt stig frammanfyri í Premier League, nú sjey umfør eftir, so trýst er á Liverpool at vinna hvørjaferð.

Manchester United hevur ikki vunnið á Liverpool í Premier League í fýra ár. Tó er tað eydnast at arga á Anfield tvær ferðir síðani.

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 20, og kann síggjast á Viaplay og á See.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder