Hondbóltur

Upphiting í OY frá klokkan 14 - dyrnar við Tjarnir lata upp klokkan 14.30

Nógv verður gjørt burtur úr til seinasta EM-undankappingardystin, sum byrjar klokkan 17 í morgin. HSF heitir á fólk um at møta tíðliga - bussar koyra eisini úr OY.

Rúni Djurhuus, sum millum annað rekur Wenzel, er við at skipa fyri upphiting í morgin. Swangah er eitt av navninum, sum framførir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rúni Djurhuus, sum millum annað rekur Wenzel, er við at skipa fyri upphiting í morgin. Swangah er eitt av navninum, sum framførir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-10 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin er aftur stórur landsliðshondbóltsdagur í Føroyum. Tjarnir verður karmur um seinasta dystin hjá minnunum í EM-undankappingini, har Føroyar skulu tryggjað.

Sí eisini: Føroyar stríddu seg aftur til EM - fara eftir 1. plássinum sunnudagin

Sí eisini: Kann verða ein tungur dystur við Tjarnir

Tað er útselt til dystin - tað var tað sum so eftir heilt fáar minuttir. Í hesum sambandi heitir Hondbóltssamband Føroya á áskoðarar um at møta í góðari tíð.

- Parkeringspláss eru avmarkað, og vit heita á fólk um at koyra saman ella ganga, um tað ber til. Hetta ger ferðsluna betri fyri øll.

Dyrnar við Tjarnir lata upp longu klokkan 14.30, har tað verður tónleikur, andlitsmáling og sjálvandi eisini møguleiki at keypa okkurt at eta og drekka.

Hesaferð verður meira gjørt fyri at gera stuðulin í høllini skipaðan, tað veruliga merkist, at liðið hevur 3.000 føroyskir fjepparar í rygginum.

[object Object]

[object Object]Seinast Føroyar høvdu heimadyst við Tjarnir, var til HM røkkstødd dyst hjá kvinnum fyri einum mánaða síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Hita eisini upp á Hálsi

Nakað frá Hoyvíkshaganum verður eisini møguleiki at veruliga koma í rætta hondbóltshýrin undan dystinum.

- Í morgin frá klokkan 14 til 16 skipa nakrir av stóru stuðlarnir hjá føroyskum hondbólti fyri upphiting í OY. Swangah og Hans Ravnsfjall fara at spæla, og møguleiki verður fyri at koma í rættan hondbóltshýr.

Hesum boða HSF og stuðlarnir frá. Ókeypis bussar koyra frá OY niðan til Tjarnir klokkan 16 - ein tíma undan dystinum.
 [object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder