Hondbóltur

Upphiting beint við høllina í dag - betri umstøður til føroyingar í Unity Arena

Norsku fyrireikararnir hava verið noyddir at lata fleiri sølubúður upp og gjørt størri pláss í høllini, tí tað ikki gekst væl fríggjakvøldið. Upphitingin byrjar 14.30 lokala tíð - tríggjar og ein hálvan tíma áðrenn dyst.

Tað verður aftur gott lag á føroyingunum í dag  - vónandi fer tað ikki at vera ávirka av vánaligari tænastu í høllini (Mynd: Sverri Egholm)

Tað verður aftur gott lag á føroyingunum í dag - vónandi fer tað ikki at vera ávirka av vánaligari tænastu í høllini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-18 09:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin var almenna føroyska upphitingin inni í býnum, men í dag verður hon í Gateway Studios. 

Hetta er í Bærum - Fornebeu - bert fimm minuttir til gongu frá Unity Arena. Hetta er sama stað, sum "Afterparty" var fríggjadagin og aftur verður í kvøld. 

Fjepparaupphitingin verður frá klokkan 14.30. Dysturin móti Montenegro byrjar klokkan 18.00.

DJ Petur Háberg, RSP, Swangah og DJ Wenzel vera á pallinum. Harvið burdi tað borið væl til at komið í sannan dystarhýr tætt við leikhøllina.

Tað er høvuðsstuðulin hjá HSF, Føroya Banki, sum saman við Atlantic Airways, Wenzel og Effo skipar fyri upphitingunum.

Seinast til upphiting var pláss fyri 1.500 áskoðarum. Harvið skuldu nógv standa uttanfyri - tað fyltist skjótt. Sum skilst er pláss fyri eitt sindur fleiri fólki í Gateway Studios, men verri enn so allir føroyingarnir í Oslo passa inn til upphitingina.

[object Object]Lang bíðirøð uttanfyri upphitingarstaðið fríggjadagin seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Sum sild í tunnu og lang bíðirøð til upphitingina

Betraðar umstøður í høllini eftir vantandi tænastu

Nógvir føroyskir fjepparar vóru ónøgdir við partar av upplivingini í dystarhøllini. 

Hetta var serliga í fjepparaøkinum í steðginum, har tað gekk alt ov seint at fáa ymiskt drekkandi. Tað gjørdi millum annað, at fleiri komu nógv ov seint til 2. hálvleik.

Tað var eisini fitt av trokan, og síðani dystin fríggjakvøldið hevur roynt verið at gjørt vart við støðuna. 

Hetta hevur eyndast: Ein stórur diskur verður latin upp afturat, og tað fer eftir at øllum at døma at ganga skjótari og smidligari.

Fjepparaøkið og Biergarten í høllini letur upp klokkan 16.30 lokala tíð - ein og ein hálvan tíma undan dystinum. Sum skilst verður føroyskur dansur eisini har.

Meira kunning er á oslo.fo - Ein fjepparætlan er eisini gjørd til dystin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder