Fótbóltur

Upptakt: Bæði liðini kunnu skriva søgu

Frakland og Kroatia dystast nú seinnapartin um sigurin í heimsins størsta fótbóltssdysti.

Hetta er uppá spæl í Moskva í dag; steypið sum merkir meira enn nakað annað steyp. Seinast kundu týskararnir lyfta tað; í dag verða tað fraklendingar ella kroatar

Hetta er uppá spæl í Moskva í dag; steypið sum merkir meira enn nakað annað steyp. Seinast kundu týskararnir lyfta tað; í dag verða tað fraklendingar ella kroatar

2018-07-15 12:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heiil fýra ár ganga tað ímillum. Næstan 1500 dagar uttan eina slíka. Eingin ítrottarhending kann fáa so nógv eygu kring heimin vend ímóti sær. Vinnur man, so verður navnið altíð ritað fast í søgubøkurnar, og landið fær heiður og æru, og kann stórfegnast. Tann 21. HM-finalan er bert fáar tímar burtur.

Tá Russland fekk handað ábyrgdina at hýsa HM-endaspælinum, so var nógv undran og skepsis rundan um tað. Men tað landfrøðiliga størsta landið í heiminum hevur loyst uppgávuna fyrimundarliga væl.

Dystur nummar 64 skal avgreiðast í Moskva í dag, og tað eru miðevropeiska Frakland, og sterkasta fótbóltstjóðin á Balkan, Kroatia, ið hava vunnið sær rættin at spæla hendan risastóra dystin

Frakland er favorittur; eingin ivi um tað. Liðið hjá Didier Deschamps hevur annað endspælið á rað vunnið seg í finaluna. Tað eydnaðist ikki at vinna EM á heimavølli fyri tveimum árum siðani, men franski stoltleikin varð endurreistur. Eftir nøkur trupul ár, í kjalarvørinum av finalutapinum í 2006, er Frakland aftur á fótboltstindinum. Fyrrverandi miðvallarin á landsliðnum hevur við hepnari hond, stýrt einum sera evnaríkum liðið ígjøgnum tríggar truplar knock-out dystir enn einaferð. So er spurningurin, um Deschamps gerst triði maðurin, ið vinnur HM sum bæði leikari og venjari. 

Í 1998 lyfti Didier Deschamps steypið á heimavølli eftir 3-0 sigur á Brasil. Tað var nær við, at tað var Kroatia, ið spældi tí finaluna ímóti Brasila, tí kroatar førdu 1-0 í 2.hálvleiki í hálvfinaluni ímóti fronsku vertunum. Men tvey mál frá bakkinum, Lilian Thuram, tryggjaði Fraklandi sigurin og finaluplássið. Kroatia var tá ein nýggj tjóð; kroatar slitu seg leysar av Jugoslavia í 1991. Tað var tí stórt, tá eitt evnaríkt fótbóltslið, við millum annað Davor Suker, vann bronsu í Fraklandi sjey ár eisini.

Nú er Suker forseti í fótbóltssambandinum,  og Kroatia í einari HM-finalu á fyrsta sinni. Tríggir sigrar í bólkaspælinum eru eftirfylgdir av 3 x120 min í knoock-out dystunum, har Kroatia hevur vunnið eftir brotspørk tvær ferðir. Tað eru tí nøkur troytt bein, ið Zlakto Dalic yvir. Tann áður heldur ókendi venjarin hevur tó megnaði at fingið sítt lið heilt til finaluna, og nú bíðar enn ein stór uppgáva. 

Tað er serlig liðformaðurin Luka Modric, ið hevur verið eyðsýndur hesar vikurnar í Russlandi. 32-ára gamli lágvaksni miðvallarin úr Real Madrid hevur saman við Ivan Rakitic úr FC Barcelona stjórnað kroatiska spælainum. Tað eru teir, ið fraklendingar serliga skulu royna at steðga í dag. Krotiska liðið arbeiðir sera hart, men spurningurin er, um longu og hørðu dystirnir hava sett síni spor. 

Tað sterka franska kollektivið hevur vunnið sera effektivt eftir 90 minuttir fimm útav seks dystunum hetta endaspælið. Ikki altíð hevur tað verið pent, men við millum annað Varene og Umtiti í miðverjuni, Kanté á verjukenda miðvøllinum og so rekettini Mbappé longur frammi, hevur Frakland nú møguleikan at vinna HM fyri frystu ferð uttanfyri egið land.

Bert einaferð tilsamans hava hesar báðar tjóðirnar spælt í einari HM-finalu. Verður tað landið við nakað yvir fýra milliónum, ið kann verða land nummar níggju ið vinnur eitt HM,  ella verður tað sera multikulterella, fólkaríka og fótbóltsstolta Frakland, ið vinnur sítt HM nummar tvey. Hetta fáa vit svara uppá eftir brakið á Luzhniki leikvøllinum í Moskva.

Fyrsta bríksl verður klokkan 16.00. Dysturin kann síggjast hjá KVF og DR1.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder