Fótbóltur

Upptakt: Føroyar royna at enda væl móti risanum

Klokkan 16.00 bresta Føroyar og Týskland saman á Tórsvølli.

Frá venjing í fyrireikingunum til dystin
(Mynd: FSF)

Frá venjing í fyrireikingunum til dystin (Mynd: FSF)

2018-09-04 12:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dystur í HM-undankappingini hjá Føroyum á hesum sinnni stendur fyri framman. Í dag vitjar Týskland á Tórsvølli, og fyri tað føroyska liðið er hetta ein risastór uppgáva.

Týskland kann tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum við einum sigri í dag. Tvífaldi heimsmeistarin er á einum heilt øðrum støði enn tað føroyska liðið, og seinast í oktober í fjør endaði tað 11-0, tá liðini hittust í Týsklandi. 

Tað eru 79 pláss millum Føroyar(nr.81) og Týskland(nr.2) á styrkislistanum hjá FIFA. Á týska liðnum eru yrkisleikarar, har nógvir eru profilar í Bundesligaini. 

Tað føroyska liðið hevur ment seg, og hevur staðið seg betri í 2018 enn 2017. Liðskiparin, Rannvá B. Andreasen, segði við Portalin í gjár, at tær vilja vísa, at tær hava flutt seg, og at støddin á ósigrinum skal minkast markant í mun til fyrsta dystin.

Fyrsta bríksl er klokkan 16.00, og Kringvarpið vísir dystin. Vit hava myndir og samandrátt frá dystinum.  

 

placeholder
placeholder