Lýsingarorðini um føroyska liðið vóru ikki allastaðni so mjúk eftir dystin hóskvøldið. Orð sum "skomm" og "katastrofa" vóru nýtt á sosialu miðlunum.
At tapa 3-0 á heimavølli móti Aserbadjan lá ikki í kortinum; dystargongdin samsvaraði heldur ikki heilt við úrslitið, men effektivitetur og kynisma var helst størsti munurin.
Les eisini: Effektiviteturin hjá Aserbadjan sigraði
Hóast tað hevur verið tungt, hevur liðið lagt dystin afturum seg. Eyguni vórðu vend ímóti nýggju uppgávuni: Kososvo. Sambært Lars Olsen er talan um truplari mótstøðu enn Aserbadjan. Kosovo er favorittur sambært veddingarfyritøkunum, og Føroyar taptu eisini niðri í Kosovo fyri einum mánaði, og tá var eingin ivi um, hvat betra liðið var. Um Føroyar skulu hava møguleika at vinna bólkin, skal ein sigur til í kvøld.
Tað er ikki endaliga váttað, men nógv bendir á, at Føroyar fara at spæla við nýggjari leikskipan. Hetta kom landsliðsvenjarin inná á tíðindafundinum í gjár. Tað verður møguliga skift til tríggar í miðverjuni, har Sonni Ragnar Nattestad, ið hevði leikbann til Aserbadjan-dystin, kemur inn í miðverjuna saman við liðformanninum Atla Gregersen og Odmar Færø, ið skaraði burturúr móti Aserbadjan.
Les meira: Lars Olsen: Umhugsa at broyta leiksskipan
Sí eisini: - Vildi býtt heiðurin um við trý stig
- Eg hopi bara eg sleppi uppí
Liðskiparin hjá HB, Jógvan Rói Davidsen, er ikki tøkur vegna skaða.
FSF boðaði í morgun frá, at áleið 600 atgongumerki eru eftir. Føroyska liðið hevur tørv á stórum stuðli í dag, og tað er framvegi møguleiki at tryggja sær pláss á tjóðarleikvøllinum, ið tekur áleið 3500 áskoðarar.
Vit á Portalinum vera til staðar, og hava myndir og samandrátt frá dystinum. Eftir seiansta bríksl fáa vit fatur á viðmerkjingum.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17.00. Føroyar framá!
Fótbóltur
Upptakt: Føroyar skulu reisa seg á Tórsvøll
Torfør uppgáva móti Kosovo bíðar, og eftir tveir ósigrar hevur føroyska liðið knívin á barkanum og nakað at prógva.
Føroyar taptu 2-0 í Kosovo fyrst í september, og 3-0 á heimavølli fyri Aserbadjan hóskvøldið. Nú skulu René Shaki Joenssen og hinir reisa seg á Tórsvølli
2018-10-14 12:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald