Hondbóltur

Upptakt: Tann fyrsti av tveimum móti Ukreina

Uppá fýra dagar spæla føroyingar tvær ferðir móti Ukreina í EM-undankappingini. Føroyar verða mettar at hava lítlan og ongan møguleika í Kiev í kvøld.

Jónas G. Djurhuus og hinir føroyingarnir eru til reiðar í Kiev
(Mynd: Sverri Egholm)

Jónas G. Djurhuus og hinir føroyingarnir eru til reiðar í Kiev (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-10 12:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er eitt sindur síðani seinast, men nú er aftur EM-undankappingardystur á skránni hjá føroyska manslandsliðnum. Hópurin kom til Kiev í gjár eftir drúgva ferð og vandi í Palace of Sport høllini í gjárkvøldið. Tað er har, at dysturin verður leiktur í dag, og tað er sambært in.fo ein snotilig høll, men sum hevur eitt hart gólv. Til dystin móti Montenegro í oktober, har Ukreina vann 29-24, vóru næstan 1500 áskoðarar. Tann dysturin varð tó leiktur í Sumy. 

Føroyska liðið sær helst betri møguleika fyri einum góðum úrsliti leygardagin í Keypmannahavn, har nógvur føroyskur stuðul verður. Men liðið hjá Sonna Larsen og Jeppe Borch prógvaði í oktober, at tað ber til at fáa eitt sera gott úrslit, hóast tað er kraftiga undirtippað á útivølli. Føroyar vóru klárt betri í 1. hálvleiki og vóru á odda við fimm málum í steðginum. Montenegro sat hinvegin á 2. hálvleiki og var á odda 24-21, tá tríggir minuttir vóru eftir. Men so gjørdu føroyingar bart og fingu javnleikin í hús. Bragdið í Podgorcia var ein frálík byrjan uppá EM-undankappingina. Dysturin kann síggjast her

Ukreina hevur ikki verið til eitt endaspæl í níggju ár, men liðið hevur styrki. Í oktober spældi Ukreina fult upp ímóti Danmark í 1. hálvleiki, ið endaði við javnleiki. Danir høvdu langt frá ein av sínum bestu hálvleikum, hóast Niklas Landin stóð væl Men tað var ein greiður munur frá dystinum tríggjar dagar seinni, tá Føroyar og Danmark hittust í Skjern. Føroyingar fingu ikki gjørt nakað serligt við Mikkel Hansen, og spurningurin er so, hvat okkara gera við Sergiy Onufriyenko og hinar hjá Ukreina.

(Dystirnir Danmark - Ukreina og Føroyar - Danmark kunnu síggjast í fullari longd á EHF TV - dagsins dystur verður eisini stroymdir har)

Dysturin í ukreinska høvuðsstaðnum byrjar klokkan 17.00 føroyska tíð, og Kringvarpið vísur dystin. FM1 hevur beinleiðis frásøgn. Vit fylgja upp uppá dystin við samandrátti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder