Annað

Upptakt: Útiliðið favorittur í útsetta dystinum í Gundadali

Kl.17.00 tekur KÍ ímóti Zalgiris Vilnius, ið endliga er komið til landið. Talan er um torføra uppgávu hjá klaksvíkingum.

KÍ-leikararnir kundu stórfegnast hóskvøldið í Gundadali. Spunringurin er, um teir kunnu gera tað aftur í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm)

KÍ-leikararnir kundu stórfegnast hóskvøldið í Gundadali. Spunringurin er, um teir kunnu gera tað aftur í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-11 12:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið gjørdu klaksvíkingar tað. Ongantíð er tað hent fyrr, at eitt KÍ-lið hevur spælt seg víðari í Evropa. Men liðið hjá Mikkjali Thomasen vann 2-1 á Birkirkara í Gundadali, og skal tískil nú spæla ímóti litaviska FK Zalgiris Vilnius í fyrsta undanumfarið í Evropa League.

Liðið úr høvuðstaðnum í Litava skuldi lenda mánadagin, og og dysturin skuldi verða leiktir í gjár klokkan 17.00. Men mjørki í Vágunum darvaði, so at SAS avlýsti ferðirnar mánadagin. Eftir óvissu og tingan varð dysturin fluttur eitt døgn.

Í dag skal KÍ dystast ímóti einum heilt øðrum liðið enn seinast. Har er ein ávísur styrkismundur á maltesiska Birkirkara, og Zalgiris, sum er á vitjan í dag. Hvussu stórur munurin er, fáa vit at síggja í kvøld.

Talan er um eitt lið við nógvum viðvindi í Litava. Zalgiris vann The Double fýra ár á rað, frá 2013-2016, og endaði nummar tvey í Litava í fjør. Zalgiris liggur eisini nummar tvey í løtuni. Kappingin í baltiska landinum koyrir nøkulunda sum tann føroyska,  so Zalgiris er í dystarvenjing. Liðið hevur eina rúgvu av útlendskum leikarum í hópinum

Í Evropa hevur liðið ikki megna at komið langt seinastu áríni, har Champions League luttøka hevur verið á skránni. Men í Litava síggja tey helst, at nú er ein góður møguleiki at spæla seg víðari í Evropa League. Zaligirs er í hvussu er favorittur í Gundadali í morgin og rímiliga greiður favorittur at koma víðari tilsamans.  

KÍ spældi ein frálíkan dyst hóskvøldið, og skal nú byggja uppá. Nakrir leikarar hava verið ivasamur, millum annað Semir Hadzibulic ið fór út hóskvøldið, eftir at hann fekk ein snudd. Jóannes Bjartalíð var als ikki í hópinum seinast, men er møguliga við í dag. Kroatiski verjuleikarin var við á Malta og gjørdist skaddur í tí dystinum. Eftir dystum fór hann heim til Kroatia, og sáttmálin millum partarnir var sagdur upp í samráði av persónligum orsøkum. Ein nýggjur verjuleikari úr Kroatia, 32-ára gamli Predrag Pocuca er komin ístaðin, men hann er ikki tøkur í kvøld.

Teir yvir 1100 áskoðarnir settu sannliga sín dám á hóskvøldið og vóru við at hjálpa KÍ til sigurs. Tað var eitt vælskipað KÍ-lið, ið koppaði Birkirkara, og nú skulu teir bláu aftur standa sína roynd. Tað verður trupult hjá KÍ, nú farið verður eftir einum góðum útgangsstøði til útidystin. Og ja; tað er góður møguleiki fyri, at tað verður mjørki tá KÍ og Zalgiris bresta saman seinni í dag.

Dysturin í Gundadali byrjar klokkan 17.00, og Portalurin verður á staðnum.

Les upptakssamrøðu við KÍ-málverjan, Kristian Joensen, her:
https://dagur.fo/kristian-joensen-vit-skulu-spala-upp-til-okkara-besta



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder