2018-07-13 13:01

NSÍ spældi dyst í Skotlandi í gjár, har Hibernian tóku ímóti í fyrsta dysti í innleiðandi umfarinum í Europa League kappingini. Dysturin varð spældur á Easter Road Stadium frammanfyri 12.501 áskoðarum.
Hibernian vísti seg at verða ein ov stór avbjóðing frá NSÍ, sum taptu heili 6-1. Fyrsta málið kom longu eftir tríggjar minuttir, og avbjóðingin gjørdist ikki minni, tá Einar Hansen varð vístur reyða kortið eftir 33 minuttir.
NSÍ kann finna troyst í at teir skoraðu eitt mál, tá Petur Knudsen sett eitt fríspark í málið.
Øll málini síggjast ovast í greinini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald