Fótbóltur

Úr 07 Vestur til HB

Besta kvinnuliðið hjá HB hevur fingið Arnóru á Løgmansbø afturat hópinum.

Arnóra á Løgmansbø her í dysti móti HB í 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

Arnóra á Løgmansbø her í dysti móti HB í 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-06 22:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein spælari er lagdur afturat hópinum hjá Betri kvinnum til komandi kappingarár. Talan er um 24-ára gomlu Arnóru á Løgmansbø, sum kemur úr 07 Vestur.

Hesum boðar HB frá á heimasíðuni.

[object Object]Lukasz Cieslewicz, høvuðsvenjari, og Arnóra á Løgmansbø (Mynd: HB)

- Arnóra trívist best á verjukenda miðvøllinum, men kann eisini spæla á øðrum defensivum plássum. Hon er ein, sum berjist um hvønn bólt, og er ikki bangin fyri at fara í nærdystir. Hon hevur drigist við ein skaða, og bleiv skurðviðgjørd í alboganum í summar. Men nú er hon klár at spæla aftur, skrivar hb.fo.

– Nú eg flutti til Havnar, var tað nærliggjandi at royna meg her. Og tað var bara eitt ella annað við HB, sum var hugtakandi. Samanhaldið er gott, og venjingarnar eru góðar og gevandi. Eg gleði meg bara til kappingarbyrjan, og fari at gera alt eg kann fyri at fáa pláss á liðnum, sigur Arnóra á Løgmansbø við heimasíðuna hjá felagnum.

HB spælir fyrsta dystin í landskappingini móti KÍ 27. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder