2022-06-02 19:12
Tað er upp á tal, at framherjin Uros Stojanov fer at skifta felag í summar. Hetta skrivar bolt.fo í dag.
Uros Stojanov kom til Føroya at spæla við ÍF í 2021, og var ein sannur málrevur. Síðani hann kom til B36 í fjørsummar, hevur tað ongantíð veruliga eydnast honum at spælt seg inn í hitan.
Bolt.fo sigur seg skilja frá keldum, at einki er undirskrivað enn, men at tað er ein góður møguleiki fyri, at hann altso skiftir felag í summar.
Um rætti møguleikin kemur, eru bæði B36 og Uros Stojanov sinnaði at fara hvør til sítt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald