Fótbóltur

Úrslitini laga seg til fyrimun fyri oddaliðið

Fjórða umfar í fremstu fótbóltsdeildini hjá kvinnum varð spælt í góðveðrinum kring landið í dag.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-06-14 21:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Føroyameistararnir hava framvegis vind í seglunum, og úrslitini í hinum dystunum lagaðu seg aftur í dag til fyrimun fyri oddaliðið.

Fjórða umfar í Betri Deildini hjá kvinnum varð spælt í góðveðrinum kring landið í dag, og úrslitini gjørdust hesi:

HB-ÍVB 1-1
Tað var eitt svangt og tendrað HB lið við nýggjum venjara á odda, sum tók ímóti ÍVB í Gundadali. Heimaliðið legði eisini betri fyri í dystinum, men megnaði ikki at fáa stórvegis málmøguleikar burturúr. Ikki fyrr enn eitt korter inn í seinna hálvleik, tá Kára Djurhuus skjeyt sítt fyrsta mál fyri HB og legði heimaliðið á odda 1-0.

[object Object]Tá HB legði seg á odda 1-0 í Gundadali seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Leiðslan helt sær heilt til fimm minuttir fyri leiklok, tá Hjørdis Rasmusdóttir stútaði bóltin í málið eftir eitt innkast, sum var longt inn í brotsteigin. Harvið tryggjaði hon ÍVB javnleikin, sum heldur tær frammanfyri HB á stigatalvuni. Hetta var samstundis triði 1-1 javnleikurin hjá HB á rað, og trýst er nú av álvara á teimum undan útidystinum móti EBS/Skála komandi hóskvøld.

NSÍ-B36 1-1
Eystanstevnudysturin gjørdist júst so javnur og spennandi, sum væntað var frammanundan. B36 var meira á bóltinum í byrjanini av dystinum, men NSÍ kom so líðandi meira við og hevði eisini vandamiklaru atsóknirnar móti málinum. Innanfyri fáar minuttir rakti heimaliðið stengurnar tvær ferðir, men inn vildi bólturin ikki, og tá liðini fóru til hálvleiks, var støðan framvegis 0-0.

Seinni hálvleikur var tó ikki meira enn byrjaður, tá B36 kom á odda. Flestu møguleikarnir hjá teimum í dystinum komu ígjøgnum Ester Ellingsgaard í høgru síðu, og tað var eisini hon, sum legði gestirnar á odda í 48. minutti.

Eftir eina løtu við jøvnum spæli og fleiri fínar møguleikar til NSÍ, sendi Heidi Sevdal eitt frálíkt langskot í netið til 1-1 í 68. minutti. Stórur spenningur var í endanum av dystinum, har serliga NSÍ legði stórt trýst á gestirnar, men alt uttan úrslit.

Dysturin endaði sostatt við javnleiki og einum stigi í part. Eftir dystin vann B36 brotssparkkappingina um eystanstevnusteypið.

KÍ-EBS/Skála 3-0
Oddaliðið lat ongantíð nakran iva vera um støðuna í dystinum í Klaksvík, har KÍ greiddi sína skyldu móti EBS/Skála. Heimaliðið var omaná allan dystin, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki fingu tær tvey skjót mál, sum løgdu lunnar undir sigurin.

Fyrst var tað Sigrun Sirdal, sum var fyrst á bóltinum eftir at Anna S. Hansen hevði bjargað skoti frá Evy á Lakjuni, og bert tveir minuttir seinni legði Evy bóltin innfyri málið, har Malena Olsen setti hann inn til 2-0.  Beint fyri hálvleik skoraði Eyðvør Klakstein til 3-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.

Við sigrinum og úrslitunum í hinum báðum dystunum hevur KÍ nú økt um leiðsluna í landskappingini, har tær nú eru seks stig frammanfyri B36, sum er á øðrum plássi. Og júst hesi bæði liðini hittast í Gundadali í næsta umfari, sum verður spælt hóskvøldið.

Betri deildin kvinnur
1. KÍ (12 stig)
2. B36 (6 stig)
3. NSÍ (5 stig)
4. ÍF/Víkingur/B68 (4 stig)
5. HB (3 stig)
6. EBS/Skála (1 stig)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder