Annað

Uruguay og Cavani sendu Portugal og Ronaldo út

Uruguay vann 2-1 í Sochi í einum inntensum dysti.

Cavani gjørdi í kvøld størri mun enn Ronaldo í Sochi. Her hjálpur liðformaðurin hjá Portugal skadda tvímálsskjúttanum út av vøllinum
(Mynd: EPA)

Cavani gjørdi í kvøld størri mun enn Ronaldo í Sochi. Her hjálpur liðformaðurin hjá Portugal skadda tvímálsskjúttanum út av vøllinum (Mynd: EPA)

2018-06-30 21:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Við tveimum málum frá Edinson Cavani sendi Uruguay evropameistararnir út av HM. Uruguay hevur vunnið allar dystirnar higartil, og skal spæla fjórðingsfinalu um fimm dagar. Tað kollektiva, kynisma, harða arbeiði, vælskipaði verjuparturin og so sjálvandi; gott áleyparaspæl, vóru við til at senda Uruguay víðari.

Uruguay kom á odda longu í 7.minutti. Edinson Cavani vann bóltin, og legði ein góðan bólt yvirum til sín álopsmakkara, Luis Suarez. Barcelona-áleyparin tók eitt trekk, og legði eitt frálíkt innlegg til aftastu strong, har Cavani var komin uppá pláss og stútaði bóltin í málið. Eitt sera flott mál.

Uruguay lat ikki nakað mál inn í bólkaspælinum, og liðið lá sera kompakt allan dystin. Suðuramerikanararnir søktu ikki nógv eftir málinum hjá Portugal orsakað av skjóta leiðslumálinum. Teir hugsavnaðu seg meira, um at verja sítt egna mál, har miðverjarnir Diego Godin og Jose Maria Gimenez úr Atletico Madrid, stjórnaðu vælvirkandi verjupartinum sera væl.

Evropameistarin skapti ikki nógv í 1.hálvleiki, hóast Ronaldo og hinir royndu. Tað vóru tó ov nógvar bóltnertingar, ov fáar flytingar og ov lítil góðska á alveringum og innleggum. Hetta var eisini galdandi tað mesta av dystinum.

Portugal fekk tó javnað tíggju minuttir inn í 2.hálvleik eftir eina góða byrjan. Ein rúgva av portugisiskum hornaspørkum vórðu spilt burtur, tí Portugal tók stutt og fekk einki burturúr. Men hesaferð, fyri kanska einastu ferð í dystinum, vísti Uruguay óuppmerksemi í verjustøðu, og so kundi Raphael Guerrero senda eitt fralíkt inn á pannuna hjá Pepe, ið kom sera væl upp og stútaði Portugal uppá javnleik.

Men nakrar fáar minuttir seinni var Pepe við til at stúta Uruguay til sigurs. Royndi verjuleikarin skuldi stúta bóltin burtur, men tað miseydnaðist fullkomiliga. Bentancur fann skjótt Cavani, ið stutt inni í brotsteiginum smekkaði bóltin niður í longra málhorn. Vánaligt verjuspæl og ikki serliga sannførandi málmansspæla frá Patricio, men kalt og kyniskt hjá Uruguay.

2-1 málið var nóg mikið hjá Uruguay, ið vardi og stríddi sigurin heim. Portugal royndi at søkja at, men evropameistarin gjørdu ikki nóg mikið, og er úti av HM.

Uruguay skal spæla fjórðingsfinalu ímóti Fraklandi fríggjadagin. Tað neiliga fyri tvífaldu heimsmeistararnir er, at Cavani noyddist út við skaða í kvøld, og tí er ivasmur til 1/4 finaluna.

Uruguay  - Portugal 2-1(1-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder