Annað

Úrvalsítróttin fær 1,7 milliónir krónur í 2022

Nevndin í Úrvali hevur játtað 16 umsóknum umboðandi 9 ítróttagreinar stuðul til úrvalsítrótt í 2022.

02-landsliðsárgangurin í hondbólti fær størsta stuðulin frá Úrvalsítrótti í ár

02-landsliðsárgangurin í hondbólti fær størsta stuðulin frá Úrvalsítrótti í ár

2022-01-10 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítróttin skal stuðlast. Í ár fáa 16 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og bólkar. Samanlagt er talan um stuðul til 11 úrvalsíðkarar og 5 lið.

Íðkarar og lið umboðandi 9 sambond fáa stuðul úr Úrvali í 2022. Hetta er hægsta tal av sambondum, sum hava fingið stuðul úr nakrantíð. Í hesum sambandi kann nevnast, at íðkarar frá Bogaskjótisambandinum og Judo Føroyar hava fingið stuðul úr Úrvali fyri fyrstu ferð. Harumframt hava íðkarar og lið frá fimleiki, flogbólti, frælsum ítrótti, hondbólti, parasport, svimjing og taekwondo fingið stuðul úr Úrvali í 2022.

Orsakað av korona verður eingin almenn handan í ár við Jenisi av Rana, landsstýrismanni við ítróttamálum, men landsstýrismaðurin veitir kortini ítróttinum eina stutta heilsan.

– Vit kunnu vera stolt av teimum flottu úrslitunum, føroysk ítróttafólk røkka. Samstundis vita vit at fyri at røkka stórum úrslitum krevst ikki bara evni og miðvís venjing. Góðir karmar eru eisini neyðugir, sum stuðulin úr Úrvali skal vera við til at skapa. Tað gleðir meg tí, at alsamt fleiri feløg og einstaklingar søkja um stuðul og vilja leggja ta tíð og orku, sum krevst fyri at gera seg galdandi innan úrvalsítrótt, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttina, sum ber boð um, at føroysk ítrótt sum heild er í stórari menning.

– Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, hóast farnu tvey árini hava verið trupul, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur Ragnar Joensen, nevndarformaður í Úrvali.

27 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2022, og søkt var um tilsamans 4,3 milliónir krónur.

Játtaðar umsóknir 2022:

Bogaskjóting: Jóannes Poulsen, 100.000 krónur
Flogbóltur: U15/U17 gentur/dreingir, 50.000 krónur
Fimleikur: Rani A. Dalsgarð, 110.000 krónur. Astrið Breckmann 100.000 krónur, Hjálmar A. Dalsgarð, 70.000 krónur og Aron D. Jacobsen, 100.000 krónur
Frælsar ítróttir: Tórur Mortensen, 100.000 krónur
Hondbóltur: U02 menn, 350.000 krónur, U04 menn, 50.000 krónur og U04 kvinnur, 50.000 krónur
Judo: Bárður H. Lenvig, 50.000 krónur
Parasport: Hávard Vatnhamar, 150.000 krónur
Svimjing: Vár Eidesgaard, 100.000 krónur, Elisabeth Erlendsdóttir, 77.000 krónur og yngri úrvalssvimjarar, 50.000 krónur
Taekwondo: Høgni Kunoy Dávason, 150.000 krónur 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder