Í mansfótbólti er USA ikki nakað stórveldi, men hjá kvinnum er USA søguliga sterkast, tá tað kemur til HM-endaspøl. Frammaundan tí áttanda í røðini, ið hevur verið hildið í Fraklandi seinasta mánaðinum, hevði USA eitt heimsmeistaraheiti meira enn Týskland, men eftir finaluna í dag hevur USA vunnið helminginum av teimum átta endaspølunum, ið hava verið.
Holland var mótstøðuliðið í Lyon seinnapartin, og hóast talan er um evropameistaran, so var USA favorittur. Liðið vann HM fyri fýra árum síðani, og var eisini omaná í finaluni í dag. Tað tók tó ein tími, áðrenn yvirvágin í møguleikum gav úrslit. Tá løgdu tær í hvítum løgdu seg á odda við brotssparki. Fáar minuttir seinni lukkaði Rose Lavelle dystin. Holland mengaði ikki at svara aftur í fyrstu HM-finalu síðani, og so kundi Carli Lloyd lyfta steypið annað HM-endaspælið á rað.
Tað kann gerast eitt gullregn hetta samdøgrið hjá fremstu amerikonsku landsliðunum í fótbólti, tí A-landsliðið hjá monnum skal í nátt spæla finaluna í Gold Cup ímóti Meksiko.
USA - Holland 2-0 (0-0)
61' Megan Rapinoe (br.)
69' Rose Lavelle
Fótbóltur
USA heimsmeistari á fjórða sinni
Amerikonsku kvinnurnar vóru omaná ímóti Hollandi í finaluni og vunnu 2-0.
(Mynd: AP)
2019-07-07 19:30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald