Fótbóltur

Útihýstur í yvir trý ár

Vegna hendingina við Løkin 28. juni, kann fyrrverandi ítróttarstjórin hjá NSÍ einki hava við fótbólt at gera til og við 2027. NSÍ fær eisini bøtur fyri útsagnir hjá formanninum og áskoðaraatburð.

Bylgjurnar gingu høgt við Løkin undir og beint eftir Betrideildardystin hjá monnum millum KÍ og NSÍ 28. juni. Fótbóltssambandið hevur nú givið bann, ávaring og bøtur til Nes Sóknar Ítróttadelag fyri atburð og útsagnir - serliga mótvegis dómarunum

Bylgjurnar gingu høgt við Løkin undir og beint eftir Betrideildardystin hjá monnum millum KÍ og NSÍ 28. juni. Fótbóltssambandið hevur nú givið bann, ávaring og bøtur til Nes Sóknar Ítróttadelag fyri atburð og útsagnir - serliga mótvegis dómarunum

2024-08-29 21:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bylgjurnar gingu høgt við Løkin undir og beint eftir Betrideildardystin hjá monnum millum KÍ og NSÍ 28. juni. Spælarar, venjarar og fjepparar hjá NSÍ vóru ikki bara eitt sindur ónøgd við, at Kári á Høvdanum dømdi brotsspark til KÍ móti endanum - brotpssparkið gjørdist avgerandi - at hann ikki støðgaði spælinum beint frammanundan og vísti Páll Klettskarð av vølli, og at dómarin heldur ikki steðgaði spælinum í sambandi við 1-1 málið, tá verjuspælari hjá NSÍ lá niðri og helt sær fyri høvdið.

KÍ vann dramtiska dystin 2-1, og eftir dystin leyp nú fyrrverandi ítróttarstjórin framav. Dómsúrskurðurin er vorðin almennur í dag, Hann staðfestir, at tríggjar ferðir royndir at leypa á dómaratoymið. Til seinast - inni í Bylgjuni - var kontakt millum ítróttarstjóran og 4. dómaran, áðrenn vaktir komu ímillum.

Tað er Aga- og etiskanevndin hjá FSF, sum hevur viðgjørt støðuna. Starvsnevndin hjá FSF tók málið upp. 

Staðfestingin og niðurstøðan er, at ítróttarstjórin, ið sjálvur fór frá vegna hendingina, ikki kann hava nakað við fótbólt at gera til endan av 2027. Sektað verður sambært brot á grein 8 og grein 14 í fótbóltslógini og fyri bort á grein 13 og 14 í FIFA Disciplinary Code. Avgerðin um útihýsing kann innan 5 dagar kærast til Yvirkærunevndina.

15.000 krónur í bót

Nes Sóknar Ítróttarfelag fær eisini revsing fyri útsagnir hjá formanninum til miðlar um dømingina, og fyri at áskoðarar kastaðu lutir inn á vøllin - nærhendis har dómarahópurin og onnur fólk gingu eftir dystin. Í skrivinum stendur, at talan var serliga um "ein vandamiklan lut" - eina fulla øldós.

Formaðurin úttalaði seg til Dimmalætting í vikuni eftir, har hann tosaði um dómaraavrikið "á sera neiligan hátt".

Nevndin, sum hevur viðgjørt málið, heftir seg við, at hóast NSÍ alment hevur tikið frástøðu frá hendingunum, so hevur felagið "ikki gjørt sær ómak at at upplýsa málið mótvegis FSF, men hinvegin roynt at seta spurnartekin við frágreiðing dómarans".

Fyri útsagnirnar fær formaðurin í NSÍ eina átalu frá FSF, umframt 5.000 krónur í bót. Hetta kann ikki kærast. Samanlagt er bótin hjá NSÍ 15.000 krónur.

Til ber at lesa allar niðurstøðurnar hjá Aga- &Etiskunevndini HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder