Tveir dystir vóru á skránni í SMS-deildini í dag.
Í ítróttarhøllini á Skála tók StÍF ímóti VÍF. Her var tað StÍF sum byrjaði best, og vóru frammanfyri 10-5 eftir 15 minuttir, men so kom VÍF í gongd, meðan StÍF steðgaði upp. StÍF fekk einki mál síðsta korterið í fyrra hálvleiki, meðan VÍF fekk sjey, og fór tí til hálvleik við eini 10-12 leiðslu. Tað var eisini gestirnir úr Vestmanna, ið vunnu dystin 24-27. Við sigrinum kemur VÍF uppá 20 stig og er ájavnt við Kyndil á fyrsta plássið, ið tó hevur ein dyst færri.
Í Hoyvíkshøllini tók H71 ímóti Neistanum, ið bæði royna at elta oddaliðini. Her vann Neistin 20-23 hóast heimaliðið úr Hoyvík var á odda 10-9 í hálvleikinum. Hetta var ein umráðandi sigur hjá Neistanum í oddastríðnum. Við sigrinum kemur Neistin uppá 16 stig, ið er tað sama sum H71 hevur á triðja plássið.
SMS-deildin
StÍF – VÍF 24-27 (10-12)
Toppskjútti:
Haruka Gima 8
H71 – Neistin 20-23 (10-9)
Toppskjútti:
Maria H. Weyhe 9
Støðan
- Kyndil 20 stig (12 dystir)
- VÍF 20 stig (13 dystir)
- H71 16 stig (13 dystir)
- Neistin 16 stig (13 dystir)
- Stjørnan 8 stig (12 dystir)
- StÍF 6 stig (13 dystir)
- VB 2 stig (12 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald