Annað

Útlendskir áskoðarar sleppa ikki til OL í Tokyo

Fyriskiparar hava nú gjørt greitt, at bert tey, sum eru búsitandi í Japan sleppa at fylgja við OL í japanska høvuðsstaðnum í summar.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-03-20 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vegna korona sleppa bert tey, sum eru búsitandi í Japan at fylgja við Olympisku Leikunum í Tokyo í summar. Hesum boða fyriskiparar frá í dag.

Hendan fráboðanin kemur tó ikki óvart á fólk. Tíðindastovan Ritzau hevur áður endurgivið japanskar miðlar fyri at siga, at útlendskir fjepparar ikki sleppa til Japan at hyggja eftir leikunum, og ein spurnakanning hevur eisini víst, at japanska fólkið ikki ynskir at fáa útlendskar áskoðarar til OL.

Tað er tó ikki fyrr enn nú, at hetta verður alment váttað av fyriskiparunum.

Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) sigur, at tey virða og góðtaka avgerðina hjá fyriskiparunum.

Eftir ætlan fer OL 2021 av bakkastokki 23. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder