Fyrstu liðini hava nú skrásett seg til Faroe Islands Handball Cup 2022 og í mun til undanfarin ár, so er eisini áhugi uttanlands fyri at koma til stóru hondbóltskappingina í Vági.
Hetta skrivar stóra føroyska hondbóltskappingini á heimasíðu sínari, handballcup.fo.
Í løtuni er ein ítøkilig tilmelding komin frá útlendskum liðið, sum fer at luttaka í í U16 árganginum, men fyrireikararnir vænta fleiri, tí seinastu vikurnar hevur samskifti verið við útlendskt felag, sum ætlar at koma til Vágs til Faroe Islands Handball Cup í august.
Tað er 1. - 3. august, at 2022-útgávan av kappingini, ið hevur verið seinastu árini, og sum í 2020 vann ársins Ítróttrátak, verður á skránni. Spælt verður í Marghøllini í Vági og í Vágs Høll
Skráseting til Faroe Islands Handball Cup 2022 fer fram her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald