Fótbóltur

Útlitini hjá B36 eru ikki góð

Tað endaði við 2-0 ósigri í Belfast í kvøld.

Jákup á Borg og hansara menn skulu nú framja eitt megnar avrik um eina viku  - Mynd: Sverri Egholm

Jákup á Borg og hansara menn skulu nú framja eitt megnar avrik um eina viku - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-11 21:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 kom í fjør tvær ferðir víðari i Europa League. Men eftir dystin í kvøld sær út til, at ártalsfelagið bert fær tveir dystir í Evropa í summar. B36 tapti 2-0 fyri Crusaders í Norðurírlandi í kvøld, og harvið skal ógvuliga nógv ganga rætt í Gundadali um eina viku. Møguleikin er tó framvegis til staðar, nú B36 fær fyrimun við heimavøllinum. 

Tað byrjaði við, at heimaliðið fekk brotsspark í fyrsta álopinum. Harvið sá tað út til, at B36 fór at fáa eina marrubyrjan, men Hans Jørgensen, ið varð valdur frammum Símun Rógva Hansen, bjargaði royndini úr ellivu metrum. Heimaliðið var tó omaná í 1. hálvleiki, hóast liðini høvdu bóltin eins nógv. Fyrstu løtuna hevði Crusaders nakrar møguleikar, og ígjøgnum 1. hálvleiki rakti heimaliðið málið fimm ferðir og hevði sjey hornaspørk. Leiðslumálið kom beint eftir ein hálva tíma. Hetta var beint eftir, at B36 hevði havt sína bestu fyri steðgin, tá Árni Frederiksberg rakti yvirleggjaran við beinleiðis frísparki. 

Les eisini: KÍ fekk javnleik og gott útgangsstøði í Litava

Í 2. hálvleiki hevði B36 væl meira, men hevði ilt við at gerast vandamikið. Liðið hjá Jákup á Borg hevði onki skot uppá mál í dystinum, men kom til nakrar støður eftir steðgin og hevði onkran góðan møguleika seint í dystinum. Roynt var at spæla øll tey álopskendu kortini: Stefan Radosavljevic fekk ein hálvan tíma í sínari debut, Hannes Agnarsson var aftur at síggja, og Brian Jacobsen kom inn heilt ímóti endanum. 

Tað var tó Crusaders, ið skoraði málið í 2. hálvleiki. Hetta kom góðar tíggju minuttir fyri leiklok, og tað ger, at útgangsstøði hjá B36 nú er ógvuliga trupult. Eins og hjá NSÍ endaði tað við 2-0 tapið í Norðurírlandi, og harvið skal havnarfelagið vinna minst 2-0 í Gundadali. At ikki hava nakað útivallarmál ger støðuna uppaftur truplari, tí skora Crusaders komandi hósdag, so skal B36 hava minst fýra mál. 

Europa League 1. umfar, fyrri dysturin
11.07 - Seaview Stadium, Belfast
(18.00): Crusaders FC - B36 2-0 (1-0)
33' Chris Hegarty 1-0
79' Philip Lowry 2-0

B36: Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Erling Dávidsson, Alex Mellemgaard - Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Lukasz Cieslewicz (90' Brian Jacobsen), Benjamin Heinesen (60' Stefan Radosavljevic)  - Michal Przybylski (90'Hannes Agnarsson)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder