2022-04-15 20:16
1700 - vónandi - brølandi áskoðarar verða í Høllini á Hálsi í annaðkvøld klokkan 19 tá Føroyar og Týskland spæla seinna playoff dystin til HM.
Sostatt er útselt, tí umframt tey 1300 atgongumerkini, sum eru seld, telja stuðlar og onnur innboðin eini 400 fólk.
Fyrri dysturin varð leiktur í Wunderino Arena í Kiel mikukvøldið, og Týskland vann við átta málum, 34-26. Tískil skal nógv til fyri at Føroyar kunnu gera týskarunum spælið súrt, men vit kunnu altíð vóna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald