
Um ein nú fer inn á "Føroyar - Kroatia" á fsf.atgongumerki.fo nú, so sær tað soleiðis út:
Tað sær út til at vera stórur spenningur um hendan HM-undankappingardystin, og lagt er upp til eitt frálíkt fótbóltskvøld í Føroyum - um ikki kroatar vísa seg at vea alt ov sterkur.
Á Tórsvølli eru nakað yvir 5.000 setur. Bólkur 103, tann triðji frá Fimi á eystursíðuni, kann ikki vera fullur av trygdarávum.
Sí eisini: Rokna við umleið 600 kroatiskum áskoðarum á Tórsvølli
Harvið verða umleið 5.100 fólk á Tórsvølli í annaðkvøld, um øll sum nú hava ogna sær atgongumerki møta upp.
Hetta er eitt stórt prosenttal, í mun til íbúgvartalið í Føroyum.
Huglagið kring føroyska landsliið tykist gott, og so lokkar mótstøðuliðið - við serliga onkrari stjørnu - sjálvandi hesaferð.
Sí eisini: Føroyar - Kroatia fyri fyrstu ferð
Hetta er eisini fyrstu ferð, síðani at Danmark vitjaði - fyri júst fýra árum síðani í dag - at tað er útselt til landsdyst á Tórsvølli. Til ein annan dyst í 2021, móti Skotlandi, vóru yvir 4.600 fólk á Tórsvølli.
Tøl: FaroeSoccer og FSF
HM-undankapping 4. umfar:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
19.45 Føroyar - Kroatia
Meira úr landsliðslegunum seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald