2021-07-02 20:40
Atgongumerkini til Conference League-dystin millum KÍ og RFS við Djúpumýrar 15. juli er nakað sum fólk vilja síggja.
Klokkan 16 vóru tey umleið 800 atgongumerki sett til sølu og tríggjar minuttir seinni var alt umbiðið.
Kí sigur á heimasíðuni, at nakrar tekniskar broytingar høvdu við sær, at síðan aftanfyri málið ikki varð sett itl sølu beinanvegin, men so skjótt hon varð leysin, var hon útseld beinanvegin.
Fleiri atgongumerki koma møguliga til sølu, og kunning fæst um hetta í næstu viku.
Televarpið fer eisini at vísa dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald