2018-07-09 20:10

KÍ og UEFA hevur á fundi í dag avgjørt at útseta dytin móti Zalgiris 24 tímar.
Sostatt verður dysturin mikudagin klokkan 17, skrivar heimasíðan hjá KÍ. Dysturin verður á ovara vølli í Gundadali.
Orsøkin er, at liðið úr Litava ikki slapp til Føroya í dag, tí ov nógvur mjørki var hjá SAS at lend í Vágum.
Talan var um at flyta dystin á Tórsvøll, men hetta er slept.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald