
- Hann kann vera so at siga ómøguligur at steðga- serliga tá hann kemur við ferð.
Hetta noyddust viðmerkjarar at sanna í gjárkvøldið, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu stjól pallin í Wunderino leikhøllini.
Kiel vann triðja sigurin av trimum møguligum í Bundesliguni 2025/2026, tá Hamburg (HSV vitjaði) og hetta var í stóran mun føroyinginum at takka.
Hann vísti síni kynstur; serliga ymiskar snildar og flottar hættir at skjóta mál uppá, men hann fekk eisini góða ferð í spæli hjá Kiel.
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fimm av teimum fyrstu níggju málunum hjá Kiel og átta av teimum 16, sum sebrarnar fingu fyri steðgin (Hálvleiksstøðan: 16-14). Harvið helmingin av málunum í 1. hálvleiki, og nummar 71 gav HSV stórt høvuðbrýggj. Elias vann eisini eitt brotsspark, ið gav Kiel mál og samstundis útiliðnum útvísing. Í verjustøðu stjól hoyvíkingurin bóltin einaferð.
Elias Ellefsen á Skipagøtu var torførur at steðga aftur í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Kiel og Elias Ellefsen á Skipagøtu hildu høvdið kalt seinastu minuttirnar
Í 2. hálvleiki fekk HSV nakað betri tamarhald á 23-ára gamla føroyinginum, og hetta helt viðmerkjarin hjá Viaplay vera ein høvuðsorsøk til, at HSV hevði møguleika at vinna móti endanum.
HSV hekk í allan vegin. Hetta var millum annað takkað verið Mohamed El-Tayar, sum kom inn í málið og millum annað stongdi av vongplássunum. Tá Elias fekk sína aðru útvísing, var støðan 21-18. Síðani steðgaði Kiel mestum upp eina løtu. Tað varð 23-25, tá sjey minuttir vóru eftir - men so tók heimaliðið yvir aftur.
Elias á Skipagøtu fór væl ímillum miðverjuna og minkaði um munin við máli nummar 11 hjá sær, í næsta álopinum vann hann brotsskast. Verjan og Andreas Wolff stongdu eisini, og skjótt vann Elias enn eitt brotskast, sum Kiel skoraði uppá og sum eisini kostaði útiliðnum útvísing.
Eitt stórt avrik hjá føroyinginum, sum var greiður toppskjútti við ellivu málum uppá 15 skot. Elias Ellesen á Skipagøtu slapp at stýra - eisini 7 móti 6 spæli í nøkrum álopinum - og álitið á hann lønar seg hjá Filip Jicha.
Í fýra kappingardystum í ár hevur Elias skorað heili 31 mál (beint undir átta í miðal). 23 teirra eru komin í teimum trimum Bundesliga-dystunum hjá Kiel, og liðið hevur fult stigatal.
Sì øll málini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í dystinum í gjár omanfyri ella her
Hæddarpunktini hjá Dyn frá dystinum síggjast her - har sæst bert eitt mál hjá føroyinginum
Klokkan 14 spæla Hákun West av Teigum og Fuchse Berling móti Gummersbach. Dysturin sæst á Viaplay
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald