2021-09-21 15:01
Seinast var tað ferðaætlanin hjá Smyrli. Nú er tað vánaliga veðrið, sum er orsøkin.
Tað gongur ikki væl at fáa dystin millum TB og EB/Streym við Stórá í Trongisvági avgreiddan.
Dysturin, sum skuldi spælast á jóansøku 26. juni í 15. umfari, verður altso ikki spældur í morgin, skrivar bolt.fo í dag.
Hann skuldi spælast í morgin seinnapart klokkan 16, men enn er ikki avgjørt nær hann so verður spældur.
Hjá TB, sum liggur á aftasta plássi í deildini við trimum stigum, er niðurflyting nærum blivin ein veruleiki, meðan EB/Streymur enn roynir at tryggja sær sætið í bestu deildini og liggur á 19 stigum á sjeynda plássið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald