Útvið 400 næmingar til Skúlafótbólt í Vági í dag

Kappingin í Vági millum føroyskar skúlaflokkar hevur verið á skránni seinastu árini og hevur verið vælumtókt, men varð órógvað av korona í 2020 og í fjør. Í dag er fyrsti kappingardagur í 2022.

Marghøllin er í dag karmur um eina rúgvu av dystum, og soleiðis verður fleiri dagar fram til mitt í juni (Mynd: Skúlafótbóltur)

Marghøllin er í dag karmur um eina rúgvu av dystum, og soleiðis verður fleiri dagar fram til mitt í juni (Mynd: Skúlafótbóltur)

2022-04-21 14:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag, hósdagin 21. apríl, er fyrsta umfar í stóru fótbóltskappingin millum skúlaflokkar í øllum árgangum og úr øllum landinum á skránni.

Skúlafótbóltur boðar frá, at tað í dag eru 5. flokkar, sum eru í Vági og í Marghøllini. Í Vági hevur verið gjørt klárt at taka ímóti teimum útvið 400 næmingum, sum øll ganga í 5. flokki - ymsastaðni kring landið.

Kappingin í Vági millum føroyskar skúlaflokkar hevur verið á skránni seinastu árini og hevur verið vælumtókt. Seinastu tvey árini hevur korona órógvað, og ymisk endaumfør vórðu avlýst í fjør, men fyri mánaði síðani boðaði Skúlafótbóltur frá, at fleiri enn 60 lið og útvið 500 næmingar hava meldað seg til Skúlafótbólt várið 2022, innan fyrstu vikuna møguleiki var at melda seg.

Skúlafótbóltur 2022 koyrir fram til 16. juni.

Fylgjast kann við degnum, og til ber at lesa meira um kappingina, á skulafotboltur.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder