Annað

Væleydnað Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon

Í ár varð tiltakið hildið á sumri sum partur av Føroyaleikunum – Um 180 luttakarar, harav teir flestu vóru úr Føroyum, runnu og gingu í Suðuroynni leygardagin.

2021-07-12 16:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin var skipað fyri árliga tiltakinum hjá Hvistuni – Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon, og í ár vóru um 180 luttakarar. Flestu luttakararnir vóru úr Føroyum, men eisini vóru nakrir danir og ein fransmaður.

Tiltakið hevur undanfarin ár verið runnið og gingið í september, men nú Føroyaleikirnir vóru fyriskipaðir í summar, var avtalað at 1/2marathon tiltakið í Suðuroynni bleiv í summar.

Luttakararnir møttu í ítróttarhøllini á Eiðinum í Vági, og eftir at hava skift og fingið nakað av kunning, koyrdi bussur til Porkeris har byrjað var við Minnisvarðan.

Teinurin, ið er 21,1 km til longdar, var úr Porkeri til Vágs, síðani úr Vági til Lopra og út á Akrar, har tað bleiv vent og so lá leiðin aftur til Vágs, har málið var á Eiðinum.

Veðrið var gott til renning, og í mun til undanfarin ár, var hesaferð heiðursmerkir til nummar eitt, tvey og trý sum partur av Føroyaleikunum.

Hávard Vatnhamar, sum skal umboða Føroyar til paraolymiskuleikirnar í Japan um stutta tíð, hevði valt at luttaka til tiltakið í Suðuroynni, og helt hann eftir tiltakið, at hann hevði fingið eina sera góða venjing av hesum túrinum.

Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon verður aftur partur av Føroyaleikunum í 2022, ið verða frá hósdegnum 30. juni til og við sunnudagin 3. juli, og tá verður runnið og gingið leygardagin 3. juli 2022, boðar Hvistan frá í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder