Annað

Væleydnað og spennandi FM-kapping í tíðarkoyring

Nýstovnaða súkklufelagið við Skálafjørðin, Troy, skipaði fyri.

(Mynd: Oskar Wilk)

(Mynd: Oskar Wilk)

2021-06-21 16:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað gjørdist eitt minningaríkt kvøld, tá súkklufelagið Troy fríggjakvøldið skipaði FM í tíðarkoyring ella einkulstarti.

Heili fimm súkklufeløg vóru umboðað í kappingini, og ikki færri enn 20 súkklarar savnaðust á Skálafjørðinum hetta góðveðurskvøldið. Sersambandið fyri súkkling og triathlon fegnast um, at talið av íðkarum innan hesa ítrótt er støðugt vaksandi.

Súkklað varð uttast av Strondum við byrjan hjá Strandamáling, og allan vegin inn eftir Skálafjørðinum at venda við Effo í Skálafirði og heimaftur á mál við Strandamáling. Ein teinur, ið er 26,9 kilometrar langur og hevur 220 metrar í hædd tilsamans.

[object Object]
(Mynd: Oskar Wilk)

Troy skipaði tiltakið við trygdini í hásæti, soleiðis at vaktir stóðu við allar innkomuvegir, og eingin ivi var hjá súkklarum og bilførarum hvar og hvussu skuldi ferðast.

Kappingin gjørdist sera spennandi, og teinurin var allarhelst meira avbjóðandi enn tey flestu høvdu gjørt sær far um áðrenn kappingina. Ferðin er høg, og traðkast skal allan vegin. Tað, ið kennist sum undanvindur, tá ein stendur stillur, gerst ein múrur av mótvindi, tá ið ferðin fer um 40, 50, 60 og 70 km/t.

Serliga kappingin hjá monnum í opnum bólki gjørdist tøtt. Tá ið avtornaði, vóru bara 20 sekund millum teir tríggjar fremstu, ið allir súkklaðu um 41 km/t í miðal.

Tað var Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum, ið gjørdist føroyameistari frammanfyri Dávi Magnussen úr Tórshavnar Súkkufelag  á øðrum plássi og Jákup Peturi Eliassen úr Føroya Triathlonfelag á triðja plássi.

Hjá kvinnum gjørdist Maria Svabo Hansen úr Tórshavnar Súkklufelag føroyameistari frammanfyri Elsu Berg úr Tórshavnar Súkklufelag á øðrum plássi og Rigmor Rasmussen úr Troy á triðja plássi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder