Fótbóltur

Væleydnaður fótbóltsskúli í Vági

Marghøllin prógvaði enn einaferð at karmarnir í Vági eru sera góðir til slík tiltøk.

2026-04-01 13:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í gjár var Marghøllin í Vági karmur um fótbóltsskúlan hjá FC Suðuroy.

Karmarnir, sum Vágs kommuna hevur til íðkandi í Vági, eru sera góðir, og tað prógvaði Marghøllin aftur hesaferð. Fleiri enn 60 børn umframt venjarar og hjálparfólk myndaðu enn ein væleydnaðan fótbóltsdag.

Høvðusungdómsvenjarin á dreingjasíðuni hjá FC Suðuroy, Finn Johannessen, sigur um soleiðis um fótbóltsskúlan:

- Hetta hevur víst seg sum nakrir heilt frálíkir dagar til fótbóltsskúlan hjá okkum, men karmarnir í Marghøllini gjørdu dagarnar heilt í topp. Venjarar og hjálparfólk hava kýtt seg og tað hevur eisini sæst aftur í andlitsbrøgdunum á ungu leikararunum, ið vóru tilmeldaði ársins fótbóltsskúla, so vit kunnu ikki annað enn siga at vit eru takksom fyri hesar dagarnar.

- Vit høvdu felgasupphiting báðar morgnarnar, har stuttleiki var týðandi partur, so fóru børnini í bólkar deildir eftir aldri til venjingar, beint áðrenn døgurða vóru nógvar smáar og ymiskar kappingar á skránni. Tá ið døgurðin var etin var fari til dystirnar og so endaði dagurin við frukt og vaflum áðrenn leiðin gekk í Pálshøll har allir luttakarnarnir sluppu at svimja.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder