Størsta einstaka fótbóltskappingin í Føroyum nakrantíð var í Marghøllini í Vági í gjár, har fleiri enn 700 børn og ung vóru komin at spæla finaluna í Skúlafótbólti 2018/2019 – og fleiri enn 1.000 fólk vóru komin saman í Marghøllini.
Við framúr tænastu frá Strandfaraskipum Landsins sigldi Smyril um morgunin á Vág, har 6-700 børn, ung og vaksin fóru í land inni á Oyrunum í Vági. Og síðani fór gongan ímóti Marghøllini, har finaludagurin í Skúlafótbólti var á skrá.
Øll liðini marsjeraðu inn í Marghøllina í aldursrøð, og stillaðu upp til byrjunarhátíðarhaldið. Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, bjóðaði vælkomin og síðani sang Ingi Poulsen nakrar sangir, áðrenn finalurnar byrjaðu.
Hópin av myndum frá tiltakinum sæst á bólkinum Skúlafótbóltur á Facebook
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald