Hvussu nógvir føroyingar fara til Oslo?
Hendan spurningin hava fleiri sett seinastu tíðina, og tað hoyrast nógv ymisk tøl.
Um hugt verður eftir beinleiðis flogferðunum hjá Atlantic Airways til norska høvuðsstaðin - 18 í tali - umframt at Norrøna siglir í morgin, so ber til at staðfesta at umleið 4.000 føroyingar fara at ferðast beinleiðis til Noreg næstu dagarnar.
Hesi tølini hava Kringvarpið og in.fo eisini víst á. Men man skal eisini rokna teir føroyingarnar uppí, sum ikki ferðast beinleiðis - og teir sum koma úr millum annað Keypmannahavn.
Hava selt umleið 6.000 føroysk atgongumerki
Portalurin hevur í dag verið sambandi við Andrass Thomsen, stjóra í Hondbóltssambandi Føroya.
Hann kunnar um, at tað eru seld beint yvir 5.800 atgongumerki til dystirnar hjá Føroyum til fólk, sum hava IP-adressu í Føroyum ella Danmark.
Hetta er ein góð ábending um, at talið av føroyskum áskoðarum fer at liggja umleið 6.000.
Hetta er bygt á nýggjastu tøkini frá evropeisku hondbóltssamgonguni. Við hesum verður talan verður um yvir 10 prosent av, hvat fólkatalið er í Føroyum - og talan um meira enn ein hálvan heimavøll hjá Føroyum.
![]()
Andrass Thomsen sigur eisini, at atgongumerki eisini er keypt aðrastaðni frá, har fólk, ið halda við Føroyum, kunnu vera ímillum.
Sum heild eru tey í Noreg ógvuliga glað fyri, at Føroyar eru eitt av gestalondunum - norsku fyrireikararnir valdu eisini Føroyar. Sambært stóra norska miðlinum VG tryggjar hetta, at tað er 80-90 prosent útselt til dystirnar í bólki D, har Føroyar eru.
Í seinastuni hava fleiri føroyingar annars roynt at selt sínar ferðir og EM-atgongumerki á alnótini, men tað er eingin ivi um, at føroyingar av álvara fara at seta dám á Unity leikhøllina og Oslo annars næstu vikuna.
Føroyski EM-hópurin fer til Oslo í morgin. Portalurin og FM1 eru við á ferðini, og hava vit nógv tilfar næstu vikuna
Sí eisini: Seinasta venjingin undan fráferð til Oslo (myndir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald