Annað

Vága Dartfelag góða byrjan

Bæði í 1. deild hjá monnum, og hjá kvinnunum vann Vága Dartfelag ársins fyrstu FM-kappingar.

1. deild - menn (Mynd: Dartsamband Føroya)

1. deild - menn (Mynd: Dartsamband Føroya)

2026-01-26 10:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið vóru ársins fyrstu FM-kappingar í dart á Skála, har níggju kvinnur og 53 mans kappaðust.

Hjá monnum er kappingin deild upp, soleiðis at teir bestu spæla í 1. deild, meðan teir meira óroyndu eru í 2. deild.

Hjá kvinnum vann landsliðsleikarin Kristbjørg Vesturklett Reinert úr Vága Dartfelag. Í finaluni vann hon á Theresu Enghamar úr Havnar Dartfelag. Finalan var ikki ein av teimum heilt væl spældu, men Kristbjørg vann 5-2. Nr. 3 gjørdust Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag og Jenny Kallsoy úr Eiðis Dartfelag.

[object Object]
Kvinnur (Mynd: Dartsamband Føroya)

Finalan í 1. deild stóð ímillum landsliðsleikarnar Jan Erik Fjallstein úr Vága Dartfelag og Jan Mcintosh úr Havnar Dartfelag. Finalan var spennandi og væl spæld, onkur 180ari var eisini í finaluni. Dysturin endaði 5-4 til Jan Erik, sum so staðfesti flúgvandi byrjanina hjá Vága Dartfelag uppá 2026. Nr. 3 gjørdust Allan við Rætt og Jóannes á Toftini.

Finalan í 2. deild stóð ímillum Jóan Jakku Joensen úr Havnar Dartfelag og Jens Petur Poulsen úr Havnar Dartfelag. Jóan Jakku vann finaluna 4-3, aftana at hava verið aftanfyri 3-1. Nr 3 gjørdust Oddfinn Hansen úr HDF og blaðunga stórtalentið Sámuel Rasmussen úr D9.

[object Object]
2. deild - menn (Mynd: Dartsamband Føroya)

Næsta FM-kapping verður 7. februar, skrivar Dartsamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder