07 Vestur hevur at kalla tryggja sær yvirliving í bestu fótbóltsdeildini í kvøld.
Tað gjørdu vágamenn við 3-0 sigri á EB/Streymi. Dysturin skuldi spælast sunnudagin 2. oktober, men orsakað av ov nógvum vindi var dysturin avblástur tíðliga í seinna hálvleiki.
Í kvøld var byrjað av nýggjum, og tá avtornaði var 07 Vestur vinnari.
Daniel Obbekjær, Jasper Van Der Hayden, og Janus Svabo Samuelsen tóku sær av málunum hjá vágamonnum.
EB/Streymur hevði annars nógv at spæla um, tí bara trý stig vóru upp til B36 á fjórða plássið sum gevur nógvu evropamilliónirnar.
Hetta var eitt stórt stig á leiðini hjá 07 Vestur at tryggja seg í Betri deildini hjá monnum við seks stigum niður til NSÍ undir niðurflytingarstrikuni, nú bara seks stig eru eftir at spæla um.
EB/Streymur - 07 Vestur 0-3 (0-0)
58’ Daniel Obbekjær 0-1
65’ Jasper Van Der Heyden 0-2
73’ Janus Svabo Samuelsen 0-3
Støðan Betri deildini
1. KÍ 71 stig
2. Víkingur 54 stig
3. HB 49 stig
4. B36 38 stig
5. EB/Streymur 35 stig
6. 07 Vestur 27 stig
7. AB 27 stig
8. B68 24 stg
9. NSÍ 21 stig
10. Skála 9 stig
26. umfar
B36-HB (Sun 16. okt. 15:00)
NSÍ-B68 (Sun 16. okt. 15:00)
AB-Víkingur (Sun 16. okt. 15:00)
EB/Streymur-KÍ (Sun 16. okt. 15:00)
Skála-07 Vestur (Sun 16. okt. 18:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald