Fótbóltur

Valborg verjir føroyska málið móti Grikkalandi

Fyrsta uppgávan í hesari EM-undakappingini er klokkan 18 á Kreta. Liðið er sett - tríggjar eru í miðverjuni.

Valborg Østerø til venjing á Kreta í vikuni. Hon hevur spenanndi roynd fyri framman (Mynd: FSF)

Valborg Østerø til venjing á Kreta í vikuni. Hon hevur spenanndi roynd fyri framman (Mynd: FSF)

2024-04-05 16:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hægst styrkismetta liðið í bólkinum tekur ímóti á Kreta í kvøld. Signe Pries Andersen hevur sett føroyska liðið:

Føroyar (3-4-3): Valborg Østerø - Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan og Tórunn Højgaard Joensen - Jensa Tórolvsdóttir, Sunniva Willemoes, Rúna Jacobsen og Ásla Johannesen - Heidi Sevdal, Rebekka Benbakoura og Eyðvør Klakstein.

Óluva Allansdóttir Joensen hevur verið fyrsti málverji seinastu árini men ikki við vegna skaða. Ístaðin verjir Valborg Østerø úr B36 málið.

Føroyar spæla við trimum í miðverjuni.

EM-undankappingardysturin byrjar klokkan 18 føroyska tíð. Hann kann síggjast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, kvf.fo. 

Sí eisini:  Stór uppgáva á Kreta

[object Object]
Signe Pries Andersen hevur sett Eyðvør Klakstein sum ein av álopskendu spælarunum (Mynd: FSF) 

FSF skrivar soleiðis: 

Í kvøld klokkan 18:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrsta dystin í undankappingina til evropameistaraheitð, sum verður í Sveis í juli í 2025. Føroyar eru í bólki C3, saman við Grikkalandi, Montenegro og Andorra.

Føroyar leggja fyri á útivølli ímóti Grikkalandi, og nú er greitt, hvørjar tær fyrstu ellivu eru, ið Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, sendir á vøllin frá byrjan.

Valborg Østerø verður í mál, og verjuna manna Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan og Tórunn Højgaard Joensen. Á føroyska miðvøllinum vera Jensa Tórolvsdóttir, Sunniva Willemoes, Rúna Jacobsen og Ásla Johannesen, og framrættaðu spælararnir eru Heidi Sevdal, Rebekka Benbakoura og Eyðvør Klakstein.

Á bonkinum sita Eyðgerð Mikkelsen, Fridrikka Clementsen, Malena Olsen, Durita Hummeland, Tóra Mohr, Sanna Svarvadal, Lea Lisberg og Mona Rasmusdóttir.

Føroyski hópurin hevur verið saman síðani mánadagin, og tíðliga týsmorgunin var kósin sett ímóti Grikkalandi, har dysturin verður spældur á Theodoros Vardinogiannis Stadion á Kreta. Ein venjing var á skránni fyri fráferð, og síðani hava tvær venjingar verið á Kreta, har umstøðurnar hava verið góðar.

Á seinast dagførda styrkislistanum hjá FIFA er Grikkaland nummar 60, Montenegro er á 89. pláss, Føroyar eru nummar 110, meðan kvinnulandsliðið hjá Andorra er nummar 183 av teimum 193 londunum, ið eru á listanum.

Dysturin í kvøld kann stroymast beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, www.kvf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder